Ð.
Ð'nan er at finna, har grannar semjast væl
Hetta orðasavnið fer at hava ein kapittul fyri flestu bókstavirnar í stavraðnum,
men góða gamla Ð'ið verður ikki at finna sum sjálvstøðugur kapittul, tí at einki orð byrjar við ð.
So fyri at heiðra okkara gamla og trúfasta Ð, ið hevur fylgt okkum bæði sum eitt vælsignilsi og sum ein plága síðan norrønt - og fyri at hava ein bókstav at leggja út við føðing hesarar heimasíðu, so sleppur Ð at innvíða Orðasavnið, inntil okkurt meiri seriøst kemur her