Búmerkið hjá felagnum

Yvirskipað.

Hví kann mann ikki bara taka bíbliuna, soleiðis sum hon er og læra hana og trúgva henni?

Er tað neyðugt við trúarjáttanum og Skipaðari Gudfrøði? Er tað ikki at leggja afturat Guds orði?

Hetta er alt viðkomandi spurningar at seta sær, meðan mann lesur bíbliuna og roynir at granska hana. Men svarið er ikki so einfalt, at ein kann bara siga ja ella nei. Spyr mann trúgvandi fólk yvirhøvur, um mann ikki bara skal trúgva bíbliuni, soleiðis sum hon er - uttan teologi - bara taka bíbliuna fyri tað, ið hon er - so vilja tey helst svara ja.

Hetta er sjálvandi ein góð meginregla, og hetta varð gjørt frá byrjan av. Men skjótt vísti tað seg, at ymiskar samkomur og sektir komu til ymiskt úrslit við at lesa somu bók, bíbliuna.

Hetta førdi so til, at kristin fólk byrjaðu at útgreina hvat neyvt, ið menn meintu, at bíblian lærdi. Vit fingu trúarjáttanir og seinni Skipaðar Gudfrøðir, ið ikki gjørdu krav uppá at hava hægri ella líka støði sum bíblian, men sum vóru royndir at skipa tað kristnu læruna í høvuðsbólkar, so haldast kundi skil á høvuðsinnihaldinum í læruni - so visti mann nøkulunda, hvør tók undir við kristnu læruni, soleiðis sum samkoman hevði orðað hana.

Tað hava verið ymsar sundurdeilingar av Skipaðu Gudfrøðini, og eingin er so røtt, at ikki kann víkjast frá henni, men konsensus hevur verið umleið hetta, ið vit hava brúkt sum høvuðsbólkar:

  • Bíbliufrøði
  • Gudfrøði
  • Mannfrøði
  • Kristfrøði
  • Frelsufrøði
  • Einglafrøði
  • Samkomufrøði
  • Evstafrøði

Og hetta verður leisturin fyri hesa Skipaðu Gudfrøðina, ið vit koma at hava sum eina "opna" bók - soleiðis at skilja, at vit koma leypandi at skriva nýtt og umskriva hesa Skipaðu Gudfrøðina, so hvørt sum vit hava okkurt viðkomandi at siga sjálvir ella vit hava onkran samandrátt av útlendskum tilfari, ið er hóskandi at leggja afturat.