um Trúbót.
Heimasíðan Trúbót er eitt savn av reformertum greinum og skrivum á føroyskum, sum Óli Nicodemussen, Albin Jacobsen o.a. hava skrivað ella týtt.
Bygnaðurin av heimasíðuni er hesin:
Greinar er eitt vanligt greinasavn við bíbilskum og teologiskum tilfari á reformertari grund
Orðasavn er eitt millumting ímillum eina orðabók og eitt leksikon. Bíbilsk, teologisk og hugvísindalig hugtøk á føroyskum - um tey finnast á føroyskum (evt. týdd av okkum) - og ein frágreiðing um hesi orð og hugtøk
Skipað Gudfrøði er ein roynd at gera eina Reformerta Systematiska Teologi á føroyskum - byrjanin verður spøk, men við tíðini er ætlanin at fevna um alt tað, ið ein systematisk teologi eigur at fevna um - stutt og greitt
Bókasavn verður bókað við størri skrivum, sum minna meiri um bøkur enn um greinar - upprunatilfar og umsett, harundir samandráttur av enskum tilfari
Ymiskt inniheldur Trúarjáttan, Slóðir o.a., sum verður bólkað saman
____________________________________________________________
Hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! (Zak. 4:10)
Tað verða helst fleiri, men tað leggja vit báðir, Albin, lítið í - og Harri okkara leggur enn minni í tað
Vit starta hetta upp sum eitt ítriv, og í minsta lagi heldur tað fram sum slíkt, men um undirtøkan fyri hesi heimasíðuni verður tað, sum vit ynskja og vóna, so kann hon útbyggjast til sama standard sum heimasíðan hjá Málráðnum ella enntá sum orðabøkurnar hjá Sprotanum, ið eisini eru forritað av Kodio, eins og mínar heimasíður
Kontunummar hjá TRUBOT.FO, um onkur hevur hug at stuðla verkætlanini hendingaferð ella regluliga, er: 9181 0005990809
Argir, á heysti 2024, Óli Nicodemussen