Búmerkið hjá felagnum
05. apr. 2026

Sumt fall í góða jørð - líknilsið um sáðmannin.

Páskatala 2026 - Óli Nicodemussen

So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður
sigur Paulus í Róm 10:17
 
Samanhangurin er, at Orð Kristusar verða prædikað, og tað er sjálvandi idealið. Men vit kunnu eisini spyrja
Hvat um tað, sum prædika verður ikki er orð Kristusar?
Tá kemur eisini trúgvin av tí, ið prædika verður - men tað verður ikki rætta trúgvin!
 
Ein ógreiður boðskapur, ið verður prædikaður, tí prædikumaðurin ikki kennir orð Guds - kanska enntá ikki kennir Gud sjálvur - ella prædikumaðurin ikki torir at prædika orðið greitt, tí at fólk blíva fortørnað um boðskapin - ein slík prædika vil sjálvandi geva eina ógreiða trúgv.
 
Tað finnast enntá trúgvandi prædikumenn í samkomuni, ið ikki tora at kunngera orðið so greitt, at vantrúgvandi børn hjá fólki í samkomuni vraka boðskapin - tí so halda tey uppat at ganga á møti og foreldrini verða ill inn á prædikumannin, tí hann hevur stygt børn teirra burtur úr samkomuni - summi foreldur fyritrekkja ein so ógreiðan boðskap, at børnini ikki vraka hann - og so vóna tey, at um børnini koma á møti av og til, so fáa tey hevdsrætt til Guds ríki við tíðini.
 
Men arbeiðsuppgávan hjá einum prædikumanni er púra greið - og tað fari eg at royna at halda meg til - 
 
Pætur apostul sigur í Fyrra brævi sínum kap. 4:11

Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen
 
So vit fara at halda okkum til Orð Kristusar í kvøld
 
So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
Róm 10:17
 
Men tað, at orðið verður prædika greitt, er ikki nakað garanti fyri, at fólk koma til rætta og greiða trúgv - bæði avsendarin og móttakarin mugu vera í lagi.
 
Gud má við Anda Sínum gera hjartað móttakiligt - og persónurin má taka eina greiða støðu sjálvur at fylgja Kristusi.
 
"Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds." (Jóh. 3:3)

- Guds ríki sæst bara innanífrá - hin andaliga blindi sær tað ikki
 
Endurføðingin og trúgvin henda samstundis í somu løtu - og vit fara frá myrkri til ljós!
Gud gevur okkum trúnna - og vit staðfesta hana við at seta okkara álit á Kristi fullgjørda verk.
 
Um Guds orð verður kunngjørt greitt, so hava vit Guds egna orð fyri, at tað virkar.
 
Esaias 55.10-11 sigur
 
Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,
so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
 
Orð Guds virkar á tríggjar ymiskar háttir

  1. hátturin er: Fólk kunnu vraka tað (annaðhvørt við at blíva ill, ella við at rokna tað sum óviðkomandi - harundir at útseta avgerðina inntil tey missa hugin at taka eina greiða støðu)
  2. hátturin er: At taka ímóti tí og koma til frelsandi trúgv og umvending.
    - Hesir báðir háttirnir eru nøkulunda greiðir, men tað er ein triði møguleiki eisini
  3. hátturin er: Fólk kunnu halda seg vera komnan til livandi og frelsandi trúgv - men dára seg sjálvi - tey kunnu dára okkum onnur eina tíð eisini - men tey dára ikki Gud - tey eru framvegis í syndum sínum - uttan Gud og uttan vón, tí vónin er følsk, og Gud teirra er ikki Vegurin, Sannleikin og Lívið - men ein sjálvdáran í dárahjarta teirra, sum framvegis er myrkt – summi av hesum eru tilvitaðir hyklarar, men tann størri parturin er tað neyvan tilvitað. 

Teir báðar fyrstu háttirnar, ið Orð Guds virkar - at leiða fólk til trúgv, ella at fáa tey at vraka trúnna, síggja vit týðiliga í byrjanini av samkomutíðini, í byrjanini av apostlasøguni.

  1. Tað fyrra er, at Pætur kunnger jødunum Kristus til frelsu á pinsadegi
    "Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?“
    So kunnger Pætur teimum evangeliið
    (aftaná, at orðið stakk teir í hjartað)
  2. Tað seinna er, Stefanus kunnger jødunum Kristus til frelsu í verjurøðu síni.
    "Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjørtuni, og teir gríslaðu tenn móti honum."
    So drepa teir Stefanus
    (aftaná, at orðið stakk teir í hjartað)
  3. Tann triði og mest ræðandi hátturin, at fólk av órøttum halda seg vera komnan til trúgv, er tann mest íeygaðfallandi í líknilsinum, sum vit fara at lesa nú - í Lukas kap. 8:5-15 - umframt at vit eisini síggja ektaða umvending og trúgv - og at fólk passivt vraka boðskapin sum óviðkomandi. 

Men áðrenn vit vit lesa líknilsi um sáðmannin og viðgera hvussu hilnaðist við ymiska gróðrarbotninum, so vil eg hyggja eftir ørindi 10, sum tykist okkum rættiliga undarligt, inntil vit skilja tað.
 
Jesus segði: "Tykkum er givið at kenna loyndarmál Guds ríkis; men hinum verður tað givið í líknilsum, fyri at tey við síggjandi eygum einki skulu síggja og við hoyrandi oyrum einki fata."
 
Hvat skulu vit so gera við hetta?
Hetta sigur okkum so mikið, at líknilsi Jesusar hava tvey endamál til tvey sløg av fólki - at opinbera og at fjala...
 
Jesus skilir ímillum Tykkum (lærisveinunum)
og Teimum (teimum, ið uttanfyri eru)
Gud letur seg ikki spotta!
Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja...
Vil nakar ikki gera vilja Hansara, so vil bæði hjarta og eygað myrkjast áhaldandi, til tað verður so tjúkt sum myrkrið í Egyptalandi, sum mann kundi taka í.
Tann, ið leitar (eftir rættvísi og heilagleika og sannleika), hann skal finna, men
Tann, ið leitar burtur frá ljósinum og heldur fyri eyguni - hann skal detta á sløttum...og missa tað sindri av ljósi og vísdómi, ið hann hóast alt hevði at byrja við.
Í fyrsta kapitli av Efesusbrævinum lesa vit, at "Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg – og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja..."
Men vit lesa eisini í 2.Tessalonikabrævi kap 2, at
"Gud sendir teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini
– fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina."
Um fólk áhaldandi ikki vilja siga "Veri vilji tín" við Gud, so endar tað við, at Gud sigur "Veri vilji tín" við tey – tú fær tað synd og órættvísi, ið tú valdi tær...

VIT LESA SÍÐANI í  Lukas kap. 8:5-15 - og her er tað Harrin Jesus sjálvur, sum er sáðmaðurin og kunnger sítt reina og greiða orð:
 
5. "Sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin; tað varð traðkað niður, og fuglar himmalsins ótu tað upp.
6. Nakað fall í gaddajørð; táið tað vaks upp, følnaði tað, av tí at tað hevði ikki vætu.
7. Nakað fall mitt ímillum tornir; men tornirnir vuksu upp við og køvdu tað.
8. Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði.“ Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: „Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“
9. Tá spurdu lærisveinar Hansara Hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða.
10. Hann segði: „Tykkum er givið at kenna loyndarmál Guds ríkis; men hinum verður tað givið í líknilsum, fyri at tey við síggjandi eygum einki skulu síggja og við hoyrandi oyrum einki fata.
11. Men hetta er líknilsið: Sáðið er orð Guds.
12. Og tey við vegin eru tey, sum hoyra tað; men so kemur Djevulin og tekur burt orðið úr hjarta teirra, fyri at tey skulu ikki trúgva og verða frelst.
13. Tey í gaddajørð eru tey, sum taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað; men hesi hava ikki rót; tey trúgva eina tíð og falla frá freistingarstundina.
14. Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst.
15. Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni."
 
Orðið t.v.s. sáðið er greitt nokk – hitt reina evangeliið um frelsuna í Kristi Jesusi við umvending og trúgv á hann, men móttøkan er blandað - deild í fýra

  1. Fyrsti bólkurin vrakar tað sum ikki nóg viðkomandi til at taka eina greiða støðu til. Hetta er nokk so passivt, og tað sær ikki so ógvisligt út, men hetta er tað mest respektleysa, ið eitt menniskja kann bjóða Gudi - ikki at halda Hansara Orð og greiða boðskap at vera nóg týdningarmikið at fyrihalda seg til í álvara, táið ein hoyrir boðskapin um fría frelsu.
    Mann kann í minsta lagi siga til rós fyri Hin Ríka Unglingan, at hann varð illa við av boðskapinum og fór sorgarfullur avstað - hann hevði viga og rokna og tikið boðskapin í álvara - men tað kostaði meiri, enn hann vildi geva - hann vildi ikki geva sítt lív til Jesus, men vildi eiga tað sjálvur.
    Vit lesa annars um, at Jóhannes doypari prædikar fyri Heródesi og Paulus fyri Agrippa og teir lurtaðu fegnir og vóru ávirkaðir - men hildu ikki boðskapin vera nóg vigtigan til at taka eina greiða støðu til - og so komu teir villu fuglarnir og pikkaðu boðskapin burtur og lívið traðkaði rest undir fótum.
  2. Næsti bólkurin eru tey tankaleysu og yvirflatisku, sum fara upp at renna, áðrenn tey havi skilt kósina.
    Tey eru glað, tí tey hava bara tikið tað positiva um kærleika Guds við og hava ikki grundað nóg djúpt og álvarsliga á, at tey hava við ein heilagan og rættvísan Gud at gera - ein, sum hatar synd og sum krevur at vera Harri teirra.
    Hesi fólkini hava ikki sorg til umvendingar, sorg eftir sinnalagi Guds um sína synd - tey biva ikki undir vektini av Guds heilagleika - tey gráta ikki sum jødarnir, táið Ezra las Guds Lóg fyri teimum - tey skræða ikki klæði síni í heiløgum gudsótta sum Josias kongur, táið Lógbók Guds varð lisin fyri honum, Tey sveipa seg ikki í sekk og øsku sum kongurin í Nineve og enntá Akab, sum syrgdi og eyðmýkti seg stillur fyri ásjón Harrans...

    NEI....!

    Tey eru glað!      Tey eru glað!     Sorgleys og glað!

    Hetta eru yndiskonvertarnir hjá teimum evangelistunum, sum vilja hava skjót og týðilig úrslit

    Longu fyrsta kvøldið vísa tey úrslit - og næsta kvøldið kann mann fáa tey upp at vitna um, hvussu glað tey eru - tað verða onnur sjálvandi glað fyri at hoyra, sum so aftur styrkir tey í gleðini og heldur lív í henni eina tíð - men bara eina tíð - inntil stemningurin hevur lagt seg, og lívsins kaldi og harði veruleiki hevur kvalt hesa gleðina í síni edrúiligheit - tey høvdu ikki rót...

    Hesi fólkini eru prógvið - við Jesu egnu orðum, at tað ber til at trúgva eina tíð og síðan fella frá aftur, um trúgvin ikki stingur so djúpt, at Andi Guds hevur fingið føtt Guds lív í hjartað og broytt náttúru okkara til at elska Gud
    (væl at merkja bíbliunnar Gud og ikki ein, sum vit hava tilevnað sjálvi í okkara mynd)
  3. Triði bólkurin eru tey mest problematisku - tey halda seg vera komnan til trúgv og reflektera so mikið um Gud og trúnna og tað nýggja lívið, at tað ofta tekur nógv ár, áðrenn tað sæst, at tað andaliga lívið manglar - vit kunnu hava ein mistanka, men um tey annars ganga á møti nøkulunda regluliga og skikka sær rímiligt, tað ið sæst og hoyrist, so fáa vit ikki avskriva tey kortini - tey kunnu vera tilvitaðir hyklarar, men tey eru kortini ikki neyðturviliga hyklarar, tí tey kunnu halda seg hava vent við og hava Kristus til Harra – tey kunnu vera kirkjufólk, men eisini regluligir møtigangarar – vit eiga okkara trivaliga part av navnkristindóminum eisini.
    Brøðrasamkoman er blivin so stór og gomul nú, at tað kostar meiri hjá mongum sosialt at bróta út úr samkomuni, enn at verða hangandi sum navnkristin deyðvekt.

    Men lívið fær nógv uppá pláss við tíðini, og lívið vil vísa tað í longdini - í hvussu er fyri einum andaliga búnum persóni, at Kristus var ikki Harri og tískil heldur ikki Frelsari - Kristus kann ikki vera Frelsari uttan at vera Harri - Hann frelsir ígjøgnum harraveldi sítt.

    Í stuttum, so kostaði tað ov nógv at fylgja Kristusi, bæði sosialt og økonomiskt. Ríkidømi heimsins og lystir lívsins vigaðu tyngri í longdini - og tað sindri av trúgv, ið hóast alt var, kvaldist undir vektini av hesum foldarlívinum, sum er ein náðileys test, ið prógvar, hvat ið ein trúgv er verd - um hon heldur!

    Hesi fólkini vilja gjarna hava Gud við - kanska enntá sum ein vigtigan part av lívinum, men Kristus er ikki teirra lív - teirra lív er ikki fjalt í Kristusi, men okkurt eyka, okkurt afturat fyri at dekka tað, sum manglar fyri at geva lívinum eina eyka dimentión og meiri innihald o.s.fr.

    Hesi fólkini mangla heilaggering og andaligan ávøkst - tey kunnu hava eitt sindur av religiøsum aktiviteti, men tey mangla "búnan ávøkst"

    Hetta eru tey fólkini, ið eru ringast at leiða til trúgv, tí tey halda seg vera komnan til trúgv, og "frískum tørvar ikki lækna"! Fariseararnir hoyrdu til henda bólkin - ídnir í síni gudsdýrkan, men høvdu hvørki andaligt lív, sum prógvaði seg í andans ávøkstri, ella rættvísgering, sum prógvaði seg í heilaggering.
  4. Fjóri bólkurin er tey ektaðu gudsbørnini, sum hava lív og anda, eitt rætt og gott og vakurt hjarta fyri Gudi og sum bera ávøkst í tolni - ávøkst ljósins og ávøkst Andans: Kærleika, Gleði, Frið, Langmóð og annað slíkt, sum er Gudi ógviliga dýrabart, og sum prógvar, at tey eru fødd av Gudi - og tað, sum er føtt av Gudi sigrar heimin, og holdið eisini - tað, sum er føtt av Gudi sigrar, tí tað er Gud, sum livir Sítt lív í okkum og ígjøgnum okkum

    Tey hava sigrað við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns (Op.12:11) - hetta er tann einasti vitnisburðurin sum fær Helviti at skelva og Himmalin at bróta út í lovsang!
  • [...Frásøgnin í Lukas nevnir bara tann optimala ávøkstin, hundraðfald, men Matteus nevnir eisini, at stundum hilnaðist ikki so væl - onkuntíð var tað bara sekstifald og stundum enntá bara tríatifald.

    Hetta lærir okkum, at búningin var ikki tann sama hjá onkrum - sumt gav meiri ávøkst enn annað, og sumt gav enntá relativt lítlan ávøkst - vit kunnu eisini rokna við út frá líknilsinum, at sumt tók longri tíð at síggja nakað stórvegis til ávøkst.

    Tað er stórur munur á at í onkrum førum sæst hundrafaldur ávøkstur skjótt, og aðrar tíðir sæst tríatifaldur ávøkstur eftir longri tíð - og so hava vit eisini millumloysnirnar...

    Evnini hjá okkum at síggja ávøkst - serliga um talan er um løtumynd - eru avmarkað, men yvirskipað vil tað síggjast yvir tíð, um mann tekur eitt mannalív í síni heild.

    Oftast vilja búgvin trúgvandi hava eina rímiliga góða føling við, um talan er um livandi andaligan ávøkst ella religiøst pynt og framsýning, tó so, at dømikraftin hjá okkum er ikki feilfrí í hvørjum einstøkum føri.

    Men Gud sær hjørtuni - og líknilsi lærir okkum yvirskipað, at ávøksturin sæst - yvir tíð - har, ið livandi ávøkstur er tilstaðar
  • Lat meg so siga fyri ein ordans skuld, at Andans ávøkstur er hvørki trúarverk ella lógarverk ella onnur verk!
    Verk eru tað, ið vit gera - ávøkstur er tað, ið vit eru!
    Vit kunnu lata vera at virka, men vit kunnu ikki lata vera at vaksa í hesum samanhanginum!
    Ávøkstur Andans er eitt fornýggjað sinni, ið er broytt av Heilaga Andanum - bæði gjøgnum endurføðing og heilaggerðing - og sum vísir seg m.a. í mildleika og toli og úthaldni av einum slíkum slag, at tað er bókstaviliga eitt nýtt andaligt lív - har er eisini ein kærleiki og gleði og friður, ið liggur djúpari í okkum enn mannalívsins umskiftandi umstøður, tí hetta lívið er føtt av Gudi - tað er meiri enn religión ella moralur og etikkur kann framala í einum menniskja - tað er Gud sum myndar okkum í bílæti Sonar Síns!

    Lat meg so enda við at siga, at...]

Tað er gleði í Himli yvir hvønn syndara, sum vendir við og kemur til livandi og frelsandi trúgv á Harran Jesus Kristus.

Og tað er vón og bøn okkara, at tit øll, sum sita undir vektini av Guds orði hesa páskastevnu kunnu siga, at Kristus er mín vón og mítt álit – eg havi bygt mítt lív á Klettin Kristus – og Kristus er mítt lív!

Gleðiligar Páskir!

Óli Nicodemussen