Búmerkið hjá felagnum
21. apr. 2025

Hin nýggi sáttmálin..

Betri sáttmáli grundaður á betri lyftum.

“Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum” (Heb. 8:6).

“Men nú hevur hann fingið eina so mikið mætari halgitænastu, sum hann eisini er millumgongumaður fyri einum betri sáttmála, við tað at hann er grundaður á betri fyrijáttanum” (JD).

“Men nú hevur Jesus fingið eina meiri framúrskarandi tænastu, við tað at sáttmálin, sum Hann er millummaður fyri, eisini er betri og er grundaður á betri lyftum (NET).

Hví er hin nýggi sáttmálin betri enn hin gamli? Nærum øll, eg havi tosað við, siga, at hin nýggi er betri enn hin gamli, tí hin gamli er grundaður á lóg, meðan hin nýggi er grundaður á náði. Undir tí gamla sáttmálanum var tað sera torført at verða frelstur, tí tá skuldu ein halda nógv sera strong og torfør boð. Men undir tí nýggja sáttmálanum er sera lætt at verða frelstur; nú skal ein einki gera, Jesus hevur gjørt alt, nú skal ein “bara trúgva.”

Um hetta er rætta svarið, so freistast mann at spyrja: Hví í allari víðu verð var hin gamli sáttmálin so drúgvur, hví læt Gud hann vara so leingi—umleið 1500 ár? Hugsa tær til, um hann bert vardi 500 ár, 300 ár, 200 ár ella als ikki hevði verið! So høvdu rættiliga nógv fleiri menniskju verðið frelst. Tílík hugsan vísir týðiliga og klárt, hvussu langt út av lagi mong menniskju hugsa, hvat sáttmála, lóg, náði og frelsu viðvíkur. Orð Gud svarar týðiliga og greitt hesum spurningi. Hin nýggi sáttmálin er betri, tí hann er grundaður á betri lyftum (Heb. 8:6).

Orð Guds sigur, og eg nýti ESV:

“Tí, um hasin fyrri sáttmálin hevði verið uttan brek, hevði einki høvið verið at leita eftir einum øðrum. Tí Hann finnur brek hjá teimum, tá ið Hann sigur:

“Sí, dagar koma, sigur Harrin, tá ið Eg fari at gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda, ikki líkan sáttmálanum, Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi. Tí teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum, og so legði Eg einki í teir, sigur Harrin.

Tí hetta er sáttmálin, sum Eg fari at gera við hús Ísraels, eftir teir dagar, sigur Harrin: Eg fari at leggja lógir Mínar í sinni teirra, og skriva tær í hjørtu teirra, og Eg  fari at vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt” (Heb. 8:7-10).

Ein sáttmáli er ein avtala ímillum tveir partar, avtala við tilhoyrandi lyftum. Í hesum sáttmálanum var Gud annar parturin og Ísrael hin. Høvundurin sigur, at Gud fann brek í avtaluni ímillum Ísrael eg Seg, sum varð gjørd stutt eftir, at Gud hevði leitt tey út av Egyptalandi. At lesa hetta í Guds orði eigur at vera okkum ein risastórur gæturbirtari: “um hasin fyrri sáttmálin hevði verið uttan brek.” Var brek í tí fyrra sáttmálanum? Er ikki “lóg HARRANS fullkomin” sum orð Guds jú sigur? Sjálvandi er lóg Guds fullkomin og rættvís øll sum hon er (Sálm. 19:8, 10). Brekið, sum Gud fann í tí fyrra sáttmálanum, var ikki í Guds vitnisburðum, fyriskipanum, boðum og lógboðum. Nei, tað var “hjá teimum” Hann fann brek. Hvat var brekið? Jú, brekið var: “teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum.”

Tað er ómetaliga týdningarmikið at geva sær far um, at hin fyrri sáttmálin var brekaður, ikki tí, at boðini vóru vánalig; heldur ikki tí, at eingin náði, miskunn og fyrigeving var at fáa. Vit minnast orðini, sum Gud segði við Móses, tá ið Hann á øðrum sinni skrivaði hini tíggju boðini:

“HARRIN! HARRIN! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd...(2. Mós. 34:6-7).

Hetta er undir lógini. Hetta sigur Gud á Sinaifallið, hetta er gleðiboðskapur. Hesi menniskju fingu gleðiboðskapin (evangeliið) um hvílu at hoyra, men komu ikki inn í hana. Hví? Tí tey tóku ikki boðskapin til sín við trúgv. Tey vildu ikki trúgva gleðiboðskapinum um hvílu (Heb. 3:17-19, 4:2-6). Skriftin sigur ikki, at hin nýggi sáttmálin er betri enn hin gamli, av tí at hin gamli er lóg og hin nýggi er náði. Nei, skriftin sigur, at hin nýggi er betri enn hin gamli, við tað at hann er grundaður á betri lyftum. Hin nýggi verður ikki sum hin gamli. Hví?:  “Tí teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum, og so legði Eg einki í teir, sigur Harrin.” Gud legði einki í teir. Hví? Tí teir vórðu ikki verandi í sáttmálanum. Av hesum duga vit at síggja, at hin nýggi er betri, tí hin nýggi veitir trygt fyri, at sáttmálafólkið verður verandi í sáttmálanum. Tað vil siga, at Gud fer at leggja ótta fyri Sær í hjørtu teirra, fyri at tey ikki skulu víkja frá Honum (Jerm. 32:40).

Hetta er júst tað, sum ger hin nýggja betri. Í tí nýggja sáttmálanum leggur Gud lógir Sínar í sinni teirra, og skrivar tær í hjørtu teirra. Eitt av hinum tíggju boðunum er, at tey ikki máttu dyrka ella tilbiðja nakað av tí skapta. Hví? Gud svarar:

“Tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg, men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni” (2. Mós. 20:5-6).

Legg til merkis, at í lógini sigur Gud, at Hann í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Hann og halda boð Hansara. Fyrst elska og so halda boð Hansara. Gud vildi, at fólkið skuldi elska Seg av øllum hjarta sínum, allari sál síni og av allari styrki síni.  (5. Mós. 6:5).

Í hesum sambandi sigur Móses við fólkið:

Tað skal roknast okkum til rættvísi, tá ið vit akta væl eftir at halda øll hesi boð fyri ásjón HARRANS Guds okkara – soleiðis sum Hann hevur álagt okkum” (5. Mós. 6:25).

Hvat! Lærdi Móses rættvísgering av lógverkum?  Sjálvandi ikki. Hetta verður sagt um tey, sum elska Gud av øllum hjarta sínum og sum goyma orð Hansara í hjarta sínum (5. Mós. 6:5-6). Hvussu halda hesi menniskjuni øll boðini fyri ásjón HARRANS?—soleiðis sum Hann hevur álagt teimum—t.e. av kærleika og í hjartanum. Tey, hvørja eygu Gud hevði latið upp, vóru før fyri at skoða alt hitt undurfulla í lóg Guds. Dávid er eitt gott dømi um hetta:

“Av øllum hjarta mínum søki eg teg...Eg goymi orð Títt í hjarta mínum...Gev mær vit! So skal eg akta eftir lóg Tíni og halda hana av øllum hjarta mínum...Lat miskunn Tín koma yvir meg, so eg kann liva. Tí lóg tín er gleði mín... Hevði ikki lóg Tín verið gleði mín, so hevði eg verið gingin til grundar í stóru neyð míni...Sum eg elski lóg tína!...Hoyr rødd mína eftir náði Tíni, HARRI, halt mær á livi eftir lógum Tínum...Hugsa um, at eg havi elskað boð Tíni, HARRI – halt mær á lívi eftir náði Tíni..Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina. (Sálm. 119:10, 11, 34, 77, 92, 97, 149, 159; 19:8).

Fyri Dávidi var lógin ikki bókstavur, ið drepur. Nei, hon helt honum á lívi og lívgaði sál hansara. Hví? Tí hann elskaði bæði lógina og lóggevaran (Sálm. 18:2; 119:97). Gud hevði skrivað lóg sína í hjarta Dávids. Í tí nýggja sáttmálanum leggur Gud lógir Sínar í sinni teirra, og skrivar tær í hjørtu teirra. Móses gevur fólkinum nakrar álvarsamar áminningar viðvíkjandi sáttmálanum við Ísraelsmenn. Hann sigur:

“Tit hava sæð alt tað, ið HARRIN í Egyptalandi fyri eygum tykkara gjørdi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara – hinar stóru plágur, ið tú sást við egnum eygum, hini stóru tekin og undur. Men higartil hevur HARRIN hvørki givið tykkum hjarta at fata við, eygu at síggja við ella oyru at hoyra við” (5. Mós. 29:2-4).

Tey høvdu sæð uttan at síggja. Tey høvdu hoyrt uttan at hoyra. Og tí høvdu tey ikki fatað. Tey vóru andaliga blind og andaliga deyv. Hjarta teirra fataði ikki tað andaliga í lóg Guds. Paulus sigur, at enn í dag liggur (skýla/slør) aftur yvir hjarta teirra, tá ið Móses verður lisin upp (2. Kor. 3:15). Tey fataðu ikki, at umskeringin talaði um andaligan sannleika, nevniliga umskering hjarta teirra (5. Mós. 10:16; Jer. 4:4). Tey fataðu ikki, at tað at skræða klæði síni, talaði um andaligan sannleika, nevniliga at skræða sundur hjarta sítt (Jóel 2:13). Tey fataðu ikki, at ofrini uttan kærleika til Gud, høvdu einki virði; tey vóru tóm offur, sum vóru andstyggilig fyri Gudi (Hos. 6:6; Es. 1:13). Tað kom teimum ikki til hugs, at ein kundi verða umskorin og tó óumskorin (Jer. 9:25). Hin útvortis umskeringin varð gjørd á likami teirra, og talaði um tørvin at fáa burt yvirhúð hjarta teirra, so tey ikki longur skuldu vera harðvunnin (5. Mós. 10:16). Men hjarta teirra var hart sum diamantur og tí kundu tey ikki hoyra lógina á rættan hátt (Zak. 7:12). Tey vóru eitt ónt fólk, sum ikki lurtaði eftir orðum HARRANS; tey gingu eftir harða hjarta sínum heldur (Jer. 13:10).

Vit vita, at trúgvin kemur av tí, sum hoyrt verður, og tey høvdu vissuliga hoyrt, men tað var til fánýtis. Allan dagin rætti Gud út hendurnar móti ólýdnari og treiskari tjóð (Róm. 10:17-21). Hóast Gud hevði givið teimum landið, so stóðu tey orði HARRANS Guds teirra ímóti, trúðu ikki á Hann og lurtaðu ikki eftir honum (5. Mós. 9:23). Gud hevði ført tey trygt gjøgnum oyðimørkina. Allan vegin hevði Hann borðið tey, eins og maður ber barn sítt. Um náttina hevði Gud gingið undan teimum í eldi og um dagin í skýggi. Kortini trúðu tey ikki á HARRAN Gud sín (5. Mós. 1:31-33).

Sálmarnir vitna um hetta sama, at tey hildu ikki sáttmála Guds og sýttu at fylgja lóg Hansara. Tey gloymdu verkini og undrini, sum Gud hevði latið tey sæð. Tey høvdu verið vitni til, at Gud kleyv havið og leiddi tey yvirum, og at Gud gav teimum vatn at drekka í oyðimørkini, men tey syndaðu við sama lagi ímóti Gudi og vildu ikki trúgva Honum og litu ikki á frelsu Hansara. Tey hyklaðu og lugu fyri Gudi. Hjørtu teirra hildu ikki fast við Hann og tey vóru ikki sáttmála Hansara trúgv. Men kortini vísti Hann teimum miskunn og fyrigav teimum ferð eftir ferð og gjørdi ikki enda á teimum. Hví? Tí Gud mintist, at tey vóru hold (Sálm. 78). Orð Guds sigur, at holdi gevur seg ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað (Róm. 8:7). Lógin er andalig, men menniskjan er holdlig (Róm. 7:14).

Mannahugsan

Vit menniskju hava lyndi til at hugsa, at, um menniskju fáa stór undurverk at síggja, so fara tey vissuliga at trúgva. Trúgva hvørjum? At ein Gud er og at Jesus er ein søguligur persónur? Jú, gaman í! Men tað er ikki hetta tað snýr seg um. Ísraelsfólk trúðu at Gud er. Einki fólk hevði sæð so mong yvirnatúrlig verk sum Ísraelsfólk. Tey vistu at tað var Gud, sum gjørdi tey, ja, tey enntá hoyrdu rødd hins livandi Guds, men kortini trúðu tey ikki á HARRAN Gud sín (5. Mós. 1:30-32). Tað kom meir enn so fyri, at tey óttaðust HARRAN og trúðu á Hann, tá ið tey sóu stórverkini, hann gjørdi fyri eygum teirra. Ja, tey enntá tóku lut í lovsongi Mósesar, men hetta var bert eitt upplop; tað vardi so stutt (2. Mós. 14:31; 15:1, 24).  

Eg, Jehova, eri Gud tykkara.

Gev tær far um, at orð Guds sigur, at tey høvdu sæð alt, sum í Egyptalandi hendi. Hini stóru tekin og undur høvdu tey sæð við egnu egum. So kemur eitt men:

“Men higartil hevur HARRIN hvørki givið tykkum hjarta at fata við, eygu at síggja við ella oyru at hoyra við” (5. Mós. 29:4).

Tey sóu øll undrini við egnu eygum, men sóu ikki tað, sum Gud vildi, at tey skuldu síggja. Hvat vildi Gud, at tey skuldu síggja? Svarið: “tí Eg vildi, at tit skuldu síggja, at Eg, HARRIN (Jehova), eri Gud tykkara” (5. Mós. 29:6). “Eg HARRIN (Jehova) Gud tín... vísi miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni” (2. Mós. 20:5-6). Gud vildi hava tey at síggja Seg, fyri tað Hann er, ikki einans fyri tað Hann ger. Tá fara menniskju at elska Hann av øllum hjarta sínum. Tað var endamálið við øllum (5. Mós. 6:5). Endamálið við oyðimarkarferðini var at eyðmýkja og royna tey, fyri at vita, hvat í hjarta teirra var (5. Mós. 8:2). Gud royndi tey eisini, fyri at vita, um tey elskaðu HARRAN Gud sín av øllum hjarta sínum og allari sál síni (5. Mós. 13:3).

Eingin av monnunum, ið fóru út av Egyptalandi, sum vóru 20 ár og eldri, fekk loyvi til at koma inn í tað lovaða landið, eingin uttan Kaleb og Josva, tí teir høvdu verið HARRANUM trúgvir. Øll hini høvdu gjørt tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og gingu tí til grundar í oyðimørkini (4. Mós. 32:11-13). Tey, sum komu inn í landið lovaðu, at tey ikki skuldu venda HARRANUM bakið og dyrka fremmandar gudar. Tey lovaðu at tæna Honum, við tað at Hann hevði leitt tey út av Egyptalandi og gjørt stór tekin fyri eygum teirra, og varðveitt tey á øllum vegum, tey gingu.

Men Josva sigur við tey, at tey fara ikki at tæna HARRANUM so sum tey eiga at tæna Honum, við tað at Hann er heilagur og álvarsamur Gud; Hann fer ikki at tola lógbrot og syndir teirra. Men fólkið svarar: “Nei, HARRANUM skulu vit tæna.” Tey vóru vitni móti sær sjálvum, at tey høvdu valt at tæna HARRANUM. Um tey veruliga meintu tað, so skuldu tey sleppa sær av við teir fremmandu gudarnar og boyggja hjørtu síni til HARRAN Gud Ísraels; tey máttu tæna Honum av hjarta. Men hetta var bert eitt upplop. Tey tæntu HARRANUM so leingi Josva og hinir elstu livdu (Jos. 24:16-31).

HARRIN umsker hjarta.

Tann veruliga orsøkin til, at tey ikki høvdu hjarta fyri Gudi, var, sum Móses sigur:

“Men higartil hevur HARRIN hvørki givið tykkum hjarta at [kenna] við, eygu at síggja við ella oyru at hoyra við” (5. Mós. 29:4).

Um hendan støðan skal broytast, so má Gud sjálvur gera einki minni enn eitt undur. Og tað er júst tað, Móses sigur, at Gud fer at gera. Vit lesa:

“HARRIN Gud tín skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so tú elskar HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum og allari sál tíni, og tá skalt tú sleppa at liva” (5. Mós. 30:6)."

Fólkið hevði ikki oyru at hoyra við, men ein dag—á síðstu tíð—tá fer Gud at umskera hjarta teirra, so tey av øllum hjarta sínum og allari sál síni fara at venda við til HARRAN Gud sín og hoyra rødd Hansara (5. Mós. 4:29-30). Tey høvdu ikki hjarta at kenna HARRAN við, men ein dag fer HARRIN at geva teimum hjarta til at kenna, at Hann er HARRIN, tí tey fara at venda sær til Hansara av øllum hjarta sínum (Jer. 24:7). Gud fer ein dag at taka burt steinhjartað úr likami teirra og geva teimum kjøthjarta. Hann fer at geva teimum Anda Sín í brósti, og Hann fer sjálvur at gera, at tey ganga eftir boðum Hansara og halda lógir Hansara (Ez. 36:25-27). Hann fer at gera nýggjan, ævigan sáttmála við tey um, at Hann aldri skal venda Sær frá teimum og geva uppat at gera væl við tey. Hann fer at leggja ótta fyri Sær teimum í hjarta, so tey ikki víkja frá Honum (Jer. 32:40).

Hetta er hin nýggi sáttmálin. Hesin sáttmálin verur ikki sum hin gamli. Hví? Tí tey vórðu ikki verandi í sáttmála Hansara og tí legði Hann einki í tey; ella sum Jeremias sigur, at tey brutu sáttmálan við HARRAN. Í hesum nýggja sáttmálanum fer Gud at leggja lógir Sínar í sinni teirra, Hann fer at skriva tær í hjørtu teirra, og tá fara tey øll at kenna Hann og vera fólk Hansara. Tey fara ikki at víkja frá HARRANUM t.e. tey fara at verða verandi í sáttmálanum (Heb. 8:9; Jer. 31:31-33; 32:40).

Bara trúgv.

Hetta leiðir huga mín til háttin “evangeliið” verður borið fram í dag. Vit hoyra javnan at sagt verður: “tú skalt einki gera, bara trúgva ella bara siga takk.” Hví fingu Ísraelsfólk ikki hetta at vita? Hví álegði Gud ikki profetunum at siga?: “Gud fer at senda ein, sum fer at knúsa høvdið á Satan. Hann fer at verða særdur fyri brot tykkara, soraður fyri misgerðir tykkara. Straffin fer at verða løgd á Hann, fyri at tit skulu hava frið. HARRIN fer at lata falla á Hann skyldina, ið liggur á tykkum øllum; tit skulu einki gera, bara trúgva og siga takk fyri tað.” Vit í dag hava lyndi til at hugsa: Hevði eg verið ímillum tey tá, so hevði eg vissuliga trúð, tí tað er einki upp á seg, tað er so lætt, “bara trúgva.”

Fullkomin misskiljing.

Hesin hugsanarhátturin er ein fullkomin misskiljing. Hví? Tí vit vita: “at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru.” Hví? Jú: “fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi” (Róm. 3:19). Gud kann skera øll yvir ein kamb í ljósinum av lógartíðarskeiðinum. Tað hevði ikki verið øðrvísi um eg lívdi tá, heldur ikki um føroyingar, danir, bretar ella amerikumenn livdu tá. Tað er ikki bara jødiskt hold, sum ikki gevur seg undir lóg Guds. Nei, heiði hold t.d. føroyskt, danskt, bretskt og amerikanskt, gevur seg heldur ikki undir lóg Guds. Tað eru ikki bert Jødar, sum hava tørv á einum umskornum hjarta, fyri at fáa teir at elska Gud av øllum hjarta sínum, nei eisini heidningar-- føroyingar, danir, bretar og amerikumenn o.s.fr.

Hvat vildi Gud hava?

Jesus sigur, at øll lógin og profetarnir hanga á tveimum boðum. Tað stóra og fyrsta boði: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.” Tað annað: “Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan” (Matt. 22:37-40).  Eg brúki orðið hanga, tí grikska orðið er “kremannumi,” sum merkir at heingja upp ella hanga. Sama orð er nýtt t.d. í Matt. 18:6, har tað stendur: “mylnusteinur varð hongdur um háls hansara.” Soleiðis týddi Victor tað í 1937. So øll lógin og  profetarnir hanga í kærleiksboðum. Alt tað, sum Gud kravdi í Gamla Testamenti, hekk í hesum boðum ella var treytað av hesum kærleiksboðum.

Hvat annað kravdi Gud av fólki Sínum, enn at tey skuldu óttast Hann, ganga leiðir Hansara, elska Hann og tæna Honum av øllum hjarta sínum og allari sál síni (5. Mós. 10:12). Hann vildi hava tey at elska Seg av øllum hjarta sínum og av allari sál síni (5. Mós. 6:5). Hann hevði lovað at vísa teimum miskunn, sum elskaðu Seg  (2. Mós. 20:6). Gud vildi ikki hava sláturoffur, nei, Hann vildi hava kærleika (Hos. 6:6). Ein skriftlærdur spurdi Jesus einaferð um, hvørt boð er hitt fyrsta av øllum. Jesus svaraði honum, at hitt fyrsta boði er, at tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tínari. Hesin maður gav Jesusi rætt í tí, sum Jesus segði, og legði aftrat, at tað at elska Harran av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan, at tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur. Hesin svaraði so vitiga, at Jesus segði við hann: “Tú ert ikki langt frá ríki Guds” (Mar. 12:28-34).

Hetta er júst tað, sum alt snýr seg um, at elska. Kærleikin er uppfylling lógarinnar, sigur Paulus (Róm. 13:10). Kærleiki Guds er vorðin fullkomin í teimum, sum halda boð Hansara; og av hesum vita tey at tey eru í Honum (1. Jóh. 2:5). Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki (1. Jóh. 4:9). Tann, sum elskar Gud, heldur boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung (1. Jóh. 5:3). At liva eftir boðum Hansara er kærleikin (2. Jóh. 1:6). Øll lógin er uppfylt í hesum eina orði: “Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan (Gal. 5:14). Tey, sum eru fødd av Gudi, elska Faðirin og tey, sum eru fødd av Honum (1. 5:1). Tann, ið elskar Gud, er kendur av Honum (1. Kor. 8:3). Hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. Hví? Tí kærleikin er av Gudi (1. Jóh. 4:7). Hvussu kunnu vit vita, at vit elska børn Guds? Svarið er: “av tí, at vit elska Gud og halda boð Hansara (1. Jóh. 5:2).

Tað gjørdi jú Gud.

Lógin var ikki ment at fáa menniskju at elska Gud. Hví? Tí hon var máttleys av holdinum. Men Gud gjørdi tað, sum lógin ikki var ment at gera. Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi, og Hann dómfeldi syndina í holdinum. Hvat var endamálið við hesum? Paulus svarar: “fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum” (Róm. 8:3-4). Tað, sum lógin kravdi, er fullgjørt í okkum, sum liva eftir Andanum. Øll lógin hongur í kærleiksboðum. Gud vil hava kærleika. Hvat annað krevur Gud (lógin), enn at vit elska Hann av øllum hjarta okkara (5. Mós. 10:12).

Tí er einki at ivast í, at tað, sum lógin kravdi, sum nú er fullgjørt í okkum, sum liva eftir Andanum, er, at elska Gud. Ì hesum sama kapittuli sigur Paulus, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud.  (Róm. 8:28). Hetta er fullgjørt í teimum, sum liva eftir Andanum. Kærleiki er Andans ávøkstur (Gal. 5:22). Paulus sigur: “Um onkur ikki elskar Harran, hann veri bannaður (1. Kor. 16:22). Hann sigur eisini, at tað einasta, sum hevur nakað at týða í Kristi Jesusi, er at hava trúgv, sum virkar við kærleika (Gal. 5:6).

Lyfti í hinum nýggja sáttmálanum.

Hetta er júst tað, sum Gud lovar í hinum nýggja sáttmálanum: “Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær í hjørtu teirra (Heb. 8:10). Hann lovar, at Hann skal umskera hjarta okkara, so vit fara at elska Hann av øllum hjarta okkara og allari sál okkara, og tá sleppa vit at liva (5. Mós. 30:6). Hann lovar at geva okkum nýtt hjarta og nýggjan Anda í bróst okkara, og at taka burt steinhjarta úr likami okkara og geva okkum kjøthjarta. Soleiðis ger Hann, at vit ganga eftir boðum Hansara og halda lógir Hansara og gera eftir teimum (Ez. 36:25-27). Hetta er ein ævigur sáttmáli við okkum um, at Hann aldri skal venda Sær frá okkum og geva uppat at gera væl við okkum. Ótta fyri Sær leggur Hann okkum í hjarta, so vit víkja ikki frá Honum (Jer. 32:40).

Jesus tryggjaði æviga endurloysing.

Orð Guds sigur, at Jesus fór inn í halgidómin við Sínum egna blóði, einaferð fyri allar, og [tryggjaði] æviga endurloysing (Heb. 9:12 ESV, NET). Tað, sum eingin annar kundi gera, nevniliga at veita trygd fyri ævigari endurloysing, tað gjørdi Jesus. Jesus er millummaður fyri hinum nýggja sáttmálanum, og tí fara hini kallaðu at fáa hin æviga arv, sum lovaður var (Heb. 9:15). Jesus er borgsmaður fyri hinum nýggja sáttmálanum. Hann borgar fyri t.e. Hann tryggjar ella veitir trygd fyri, at hin nýggi sáttmálin roynist væl. Tað er Harrin sjálvur, sum letur hjarta upp, so menniskju geva orðinum gætur (Áps. 16:14).

Sáttmálin, eitt arvaskjal.

Vit síggja eisini, at hesin sáttmáli er eitt arvaskjal (orðið sáttmáli og arvaskjal er sama orð á grikskum, nevniliga: Diadeykey. Tað er týðarin, sum ger av at týða tað arvaskjal). Henda sáttmála ella hetta arvaskjal hevur Gud skrivað. Skal sáttmálin/arvaskjalið koma í gildi, so noyðist tann, ið skrivaði tað at doyggja; arvaskjal kemur jú ikki í gildi fyrrenn eftir deyðan (Heb. 9:17). Tí gjørdist Gud (Sonurin) hold. Børnini, arvingarnir, hava lut í blóði og holdi, tí fekk Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans (Heb. 2:14). Hesi børn ella hesir arvingar hevur Gud givið Syninum (Heb. 2:13). Hesin ævigi arvur er m.a. fullkomin frelsa, fyrigeving og heilaggering (Heb. 7:25; 9:22; 10:14; 12:14).

Hesin sáttmáli ella hetta arvaskjal var skrivað í ævinleikanum; tað er jú ein ævigur arvur. Hini kallaðu fáa lut í tí náði og frelsu, sum teimum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum (Heb. 1:14; 9:15; 2. Tim. 1:9). Nøvn teirra, t.e. arvinganna, hevur, frá tí heimurin varð grundaður, staðið skrivað í lívsbók lambsins (Op. 13:8). Sáttmálin/arvaskjalið er frelsuráð ella frelsuætlan Guds (Róm. 8:28-39). Jesus er millummaður, borgsmaður og fyribiðjari arvinganna. Hann doyði fyri tey, reis uppaftur fyri tey, og livir nú altíð at biðja fyri teimum; Hann livir í Himlinum fyri ásjón Guds, teimum til besta; tí verða tey fullkomiliga frelst (Heb. 7:25; 9:24). Gud hevur lagt lógir Sínar í sinni teirra og skrivað tær í hjørtu teirra (Heb. 8:10). Tey verða verandi í hesum nýggja sáttmála, tí Gud sjálvur hevur lagt ótta fyri sær í hjarta teirra (Jer. 32:40). Gud hevur umskorið hjarta teirra, so tey elska Gud (5. Mós. 30:6).

Rithøvundur Hebrearabrævsins endar brævið við hesum orðum:

“Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Hansara, við tað at Hann virkar í okkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd um aldur og allar ævir! Amen” (Heb. 13:21 JD og VD).

Hvussu kann tað vera møguligt hjá teimum at verða fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Guds? Hann gevur svarið: “Við tað at Hann (Gud) virkar í okkum tað, sum Honum toknast.”

Hetta ørindi minnir meg á orð Paulusar. Spyrja vit Paulus: “Hví skulu vit arbeiða við ótta og bivan upp á frelsu okkara? Paulus svarar: “Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka eftir góða vilja Sínum” (Filip. 2:12-13). Undir tí gamla sáttmálanum legði Gud einki í sáttmálafólkið. Hví? Tí tey vórðu ikki verandi í sáttmála Guds (Heb. 8:9). Hvat við hinum nýggja sáttmálanum, fer sáttmálafólkið at verða verandi í sáttmálanum? Svarið er: ja! Hví verður tað øðrvísi í hesum sáttmálanum? Tað er ikki tí, at nú er tað “bara við trúgv.” Hatta “bara trúgv” høvdu tey nokk av í tí gamla sáttmálanum. Men veruliga trúgv í hjartanum høvdu tey ikki og tí lurtaðu tey ikki eftir Gudi (5. Mós. 9:23). Tey trúðu ikki á HARRAN (5. Mós. 1:32). Tey hyklaðu fyri Gudi við munni sínum, men hjørtu teirra hildu ikki fast við Hann (Sálm. 78:36-37). Tey hildu seg nær at Gudi við munninum (“bara trúgv”), men hjarta teirra var langt burtur frá Gudi (Es. 29:13; Matt. 15:8). Og alt botnaði í tí, at tey ikki elskaðu HARRAN Gud sín av øllum hjarta sínum (5. Mós. 30:6). Øll menniskju, ikki bert Jødar, hava hjarta, ið er svikafult og ónt (Jer. 17:9).

Í tí nýggja sáttmálanum fer sáttmálafólkið at verða verandi í sáttmálanum, tí Gud gevur teimum hjarta at fata við, eygu at síggja við og oyru at hoyra við (5. Mós. 29:4). Gud umsker hjarta teirra, so tey elska Gud (5. Mós. 30:6). Gud leggur lóg Sína í sinni teirra og skrivar hana í hjarta teirra (Jer. 31:33; Heb. 8:10). Gud leggur ótta fyri Sær í hjarta teirra, so tey ikki víkja frá Honum (Jer. 32:40). Gud tekur burt steinhjarta úr likami teirra og gevur teimum nýtt hjarta—eitt blett kjøthjarta. Gud gevur teimum Anda Sín í brósti, so tey ganga eftir boðum Hansara og halda lógir Hansara (Ez. 36:26-27). Gud ger ævigan sáttmála við tey um, at Hann aldri skal venda Sær frá teimum og geva uppat at gera væl við tey (Jer. 32:40). Aftrat hesum, teirra millummaður, borgsmaður og fyribiðjari, Jesus Kristus, fer at frelsa tey við lívi Sínum, tey fara at verða fullkomiliga frelst, tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum (Róm. 5:10; Heb. 7:25). Ein dag fer Harrin at siga: “Hygg, her eri Eg og børnini, ið Gud hevur givið Mær (Heb. 2:13). Hann missir ikki ein einasta ein av øllum teimum, sum Faðirin hevur givið Honum, av heiminum; teimum biður Hann fyri (Jóh. 6:39; 17:6, 9).

Hetta er tað, sum Hebrearabrævið endar við, at sáttmálafólkið fer at gera vilja Hansara, við tað at Gud virkar í teimum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi. Hvør far dýrdini fyri hetta? Vit? Nei, orð Guds sigur: “Honum veri dýrd um aldur og allar ævir! Amen (amen: so verður. Heb. 13:21). Hin nýggi sáttmálin er betri, tí hann er grundaður á betri lyftum (Heb. 8:6). Øll lyfti Guds hava í Kristi Jesusi ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt; Gudi til dýrd við Honum (1. Kor. 1:20).

 

Arvaforskot.

Kanska onkur kundi funnið upp á at sagt, at hin nýggi sáttmálin ella arvaskjalið var ikki galdandi í Gamla Testamenti; Jesus var jú ikki deyður enn. Orð Guds sigur:

“Arvaskjal kemur jú ikki í gildi fyrrenn eftir deyðan; tað hevur aldri kraft, so leingi sum tann livir, sum gjørdi tað” (Heb. 9:17).

Hevði so sáttmálin/arvaskjalið ongan virknað ella onga kraft í Gamla Testamenti? Hvat so við Dávidi, sum elskaði lóg Harrans? Var hann ikki rættvísgjørdur, hevði hann ikki fingið synd sína fyrigivna? Eitt av lyftunum í hinum nýggja, betra sáttmálanum er fyrigeving fyri synd (Heb. 8:11-12). Øll, sum rithøvundurin nevnir í kapittul 11 fingu vitnisburð fyri trúgv sína og vóru rættvísgjørd. Teirra rættvísgering var ikki grundað á blóð tarva og bukka; tað er jú ómøguligt (Heb. 10:4, 11). Nei, teirra rættvísgering var grunda á blóð hins nýggja sáttmála, blóð Jesusar, sjálvandi.

Legg til merkis, hvat rithøvundurin sigur beint aftaná, at hann hevur sagt, at arvaskjalið ikki hevur kraft, so leingi sum tann livir, sum gjørdi tað. Hann sigur: “Tí varð heldur ikki hin fyrri sáttmálin vígdur uttan blóð” (Heb. 9:18). Hví var hin gamli sáttmálin vígdur við blóði? Tí uttan deyða Jesusar, uttan blóð Hansara, kann arvaskjalið ikki vera galdandi. Sáttmálablóð Jesusar galt eisini tey, tí sáttmálablóð hins gamla sáttmála peikaði fram ímóti sáttmálablóði Jesusar. Blóðið í tí gamla sáttmálanum var ein skuggi av komandi blóði Jesusar (Heb. 10). Tey fingu sína synd fyrigivna í kraft av hinum nýggja sáttmálanum; rættvísgering og fyrigeving var teimum arvaforskot, kunnu vit siga.

Endi.

Tað er ræðandi at hugsa sær, at evangeliið skal vera so nógv útvatnað í dag, at menniskju, sum als ikki elska Gud ella Jesus, veruliga halda, at tey eru æviga trygg og á veg til hinar ævigu bústaðir. Tey hava fingið at vita, at tey skulu einki gera, “bara trúgva, biðja Jesus um at koma inn í hjarta og siga takk. Løgið at hugsa sær, at hesi menniskju kunnu dára seg sjálvan so nógv, at tey veruliga halda seg hava trúgv, sum tey í Gamla Testamenti ikki høvdu. Kanska er tað ikki so løgið, men ræðandi kortini. Tey kenna ikki skriftini, og tí kunnu tey ikki vita, hvat skriftin lærir um trúgv; bíbilska trúgv. Tey duga nøkur ørindi uttanat, sum til dømis: Jóh. 3:16, Róm. 4:5; 10:9. Spyrja hesi aldri seg sjálvan?” Elski eg Gud, virkar Gud í mær, hevur Gud umskorið hjarta mítt og eri eg veruliga í trúnni.

Paulus sigur:

“Kannið tykkum sjálvar, fyri at vita um tit eru í trúnni! Roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? Um ikki, so standa tit vissuliga ikki royndina” (2. Kor. 13:5 UBS).

“Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika” (Gal. 5:6).