Búmerkið hjá felagnum
18. apr. 2025

Loyst frá syndini..

Synd ræður ikki yvir okkum.

Paulus sigur:

“Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði” (Róm. 6:14).

Lat meg beinanvegin siga, at hetta er ikki eitt boð, sum til dømis: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum.” Nei, hetta er eitt lyftið. Victor brúkar næstan hvørja ferð skal+navnhátt, tá ið grikska orðið stendur í framtíð. Í dag brúka vit fara+navnhátt. Fyrru ferð orðið “gar” kemur fyri, týðir Victor tað: “Tí.” Seinnu ferð tað kemur fyri, týðir hann tað: “tit eru jú.” Paulus sigur:

“Tí synd fer ikki at ráða yvir tykkum, tí tit eru ikki undir lóg, men undir náði.”

Sum sagt, hetta er ikki eitt boð, men eitt lyfti. Í ørindi 12 hava vit boðið:

“Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess!”

Gev tær far um logikkin her: Latið ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara! Hví?: Tí synd fer ikki at ráða yvir tykkum. Uttan iva halda mong, at tað ljóðar løgið at siga: Latið ikki syndina ráða yvir tykkum, tí synd fer ikki at ráða yvir tykkum. Hetta ljóðar løgið, tí í huga okkara hava vit ein manngjørdan fordóm, sum sigur, at, tá ið Bíblian gevur okkum boð um eitthvørt, so eru tað vit, ikki Gud, sum endaliga gera av, um tað verður so ella ikki. Hetta er so, tí vit hava vant sinni okkara við at halda, at tað er okkara sjálvavgerðarrættur, ið situr í høvuðssæti, hvat boðum Hansara viðvíkur. Vit hava vant okkum at hugsa, at tað er okkara “fullveldisvilji”, sum endaliga ger av, um synd fer at ráða yvir okkum ella ikki.

Hetta er ikki bíbilskur hugsanarháttur. Tað er bert Gud, sum hevur fullveldisvilja, og tað er Hann, sum endaliga ger av, um tað skal verða hetta ella hatta. Vit kunnu reypa okkum og siga: Í morgin fari eg suður til Havnar at gera hetta ella hatta. Men, um vit ikki hava Guds vilja við í okkara roknistykki, so synda vit. Vit eiga at hugsa: Um Harrin vil, so fara vit til Havnar at gera hetta ella hatta (Ják. 4:13-17).

Hetta er ólogiskt í hugaheimi okkara, men hetta er logikkurin hjá Gudi. Gud sigur, at vit skulu ikki lata syndina ráða yvir okkum, tí synd fer ikki at ráða yvir okkum. Eg, sum trúgvandi, eigi at hugsa: Eg velji, at synd skal ikki fáa loyvi til at ráða yvir mær, tí Gud sigur, at synd fer ikki at ráða yvir mær. Ella: Eg velji at virka eftir góða vilja Guds, tí Gud sigur, at Hann virkar í mær, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum (Filip. 2:12-13). Ella: Eg velji at halda meg frá øllum illum og vaksa í heilaggering, so andi, sál og likam mítt verða varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra míns Jesu Krists, tí Gud sigur, at Hann er trúfastur, Hann fer at gera tað (2. Tess. 5:22-24).

Kapittul seks byrjar við sama logikki:

“Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Tað veri aldri! Hvussu kunnu vit, sum doyðu fyri syndini, framvegis liva í henni?” (Róm. 6:1-2 VD og UBS).

Bíbilsk hugsan eigur at vera: Eg kann ikki halda fram í syndini, tí eg eri deyður fyri syndini; deyð menniskju kunnu ikki synda. Ja, fyri okkum er hetta ein løgin logikkur, tí vit eru fastgrógvin í manngjørdum fordómi, sum sigur, at tað er okkara vilji, ikki Guds, sum endaliga ger av, um tað verður so, sum Guds sigur ella ikki.

Ein ungur trúgvandi spurdi ein annan trúgvandi: “Hvussu skilur tú 1. Tess. 5:23-24? Svarið hann fekk var: “Um vit eru trúføst í at vaksa í heilaggering, so skal Gud vera trúfastur í at heilaggera okkum.” Hvat! Hetta er at kollvelta Guds ætlan og vilja. Er Guds vilji treytaður av okkara vilja! Skal Gud nú siga?: “Alt tað, ið Eg vil, geri Eg, um tit loyva Mær at gera tað” (Es. 46:10). Tað er vilji Guds, ið eigur at verða fastgrógvin i huga okkara, og tí noyðast vit at lata orð Hansara endurnýggja sinni okkara (Róm. 12:2); ikki tíðarandan í hesum heimi.

Gud gevur okkum lyfti um, at synd fer ikki at ráða yvir okkum, tí vit eru ikki undir lóg, men undir náði. Ótrúskapur okkara kann aldri gera trúskap Guds til einkis, aldri! (Róm. 3:3-4). Deyði Kristusar veitir vissu fyri, at synd ikki fer at ráða yvir okkum. Tí eiga vit ikki at lata syndina ráða yvir okkum. Hví er fylgjan av at vera undir náði, at synd ikki fer at ráða yvir okkum? Tað eru fleiri grundir til tað. Eg fari at geva tríggjar grundir.

Vreiði er burturbeind.

Nú vit eru undir náði, er vreiði Guds fullkomiliga beind burtur frá okkum, so at allar gerðir Guds móti okkum, eru frelsandi gerðir. Nú vit ikki longur eru børn vreiðinnar, men elskað børn, streymar allur óendaligi máttur Guds til okkara, ikki sum vreiði og strangleiki, men sum náði og miskunn. Einki uttan gott og náði fer at fylgja okkum alt lívið (Sálm. 23:6). Paulus sigur:

“So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru” (Róm. 8:1).

Hetta er tað sama sum at siga, at nú er eingin fordøming fyri tey, sum undir náði eru. At vera undir náði og at vera í Kristusi er at kalla tað sama. Hvat sigur hetta um okkara framtíð?:

“Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann [upp] fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!” (Róm. 8:32)

Er Gud við okkum, hvør kann tá vera ímóti okkum? Um Gud gjørdi tað, sum kostaði Honum alramest, nevniliga at geva Son Sín fyri okkum, fyri at beina burtur vreiði Sína frá okkum, hvussu skuldi Hann kunnað annað, við hesum sama hjartalagi, enn givið okkum alt, sum skal til, fyri at føra okkum til dýrd; heilaggering íroknað? Og tað fer Hann so vissuliga at gera, Hann kann ikki annað. So grundin til, at tað at vera undir náði, veitir vissu fyri, at synd ikki fer at ráða yvir okkum, er, tí nú vit eru undir náði, hevur Gud als onga vreiði móti okkum meir—einans hjálpsemi og góðsku. Alt, sum kemur á okkara leið, enntá tað mest nívandi, virkar hin elskandi Faðirin okkum til góða. Alt samvirkar okkum til góða, alt. Trýrt tú hesum? Trúgv hesum!

Skuldarkensla er burturbeind.

Synd fer ikki at ráða yvir okkum, sum undir náði eru, tí undir náði er hin lemjandi skuldarkenslan, sum far okkum at kenna okkum hjálparleys og at tað er til onga nyttu at stríðast við synd, tikin burt.

“Vit vita jú hetta, at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum, fyri at syndalikamið skuldi verða gjørt [óvirkið], so vit skuldu ikki longur vera [trælir hjá ]syndini. Tí tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini” (Róm. 6:6-7).

Her sigur Paulus, at vit eru krossfest (deyð) við Kristusi, fyri at syndalikamið skuldi verða gjørt óvirkið, virkisleyst ella árinalítið (sama orð í 7:2: loyst frá. NET sigur: fyri at syndin ikki longur skal ráða yvir okkum). Hví varð hetta gjørt? Paulus svarar: “so vit skuldu ikki longur vera trælir hjá syndini. Hesi ørindini snúgva seg ikki bara um rættvísgering (okkara nýggju støða fyri Gudi), men eisini um at loysa okkum frá ræði syndarinnar. Grundarlagið undir, at vit eru fríað frá synd, er, at vit eru váttað ósek, hvat synd viðvíkur (rættvísgjørd frá synd).

Tað er av stórum týdningi at duga at síggja henda sannleika, tí ein av teimum størstu forðingunum fyri at gerast fríur frá at synda, er hin lemjandi skuldarkenslan, at tað loysir seg ikki at royna, eg eri so vánaligur, so sekur, eg hava gjørt so nógv ringt so ofta, og havi tí besta hugin til at geva skarvin yvir, tað er eingin vón fyri mær. Hesari skuldarkenslu má syndarin verða loystur frá. Hvussu verður syndarin loystur frá hesum? Svarið er: Rættvísgjørdur frá synd uttan verk av náði Guds við trúgv á Harran Jesus Kristus. Hetta er einasta leiðin til at verða loystur úr lemjandi skuldartrældømi; rættvísgjørdur frá synd. Hin rættvísgjørdi má skilja, at við trúgv á Jesus Kristus eri eg funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísi frá Gudi, sum er grundað á trúgv (Filip. 3:9). Ørindi 7 er boðskapurin um rættvísgering, og er grundarlagið undir boðskapinum í ørindi 6 um dýrdarríka frælsi frá syndarinnar trældómi.

Gud virkar í okkum.

Synd fer ikki at ráða yvir okkum, sum eru undir náði, tí nú vit eru undir náði, virkar Gud í okkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum (Filip. 2:13). Gud hevur ikki einans beint burtur vreiði og skuld, Hann er fluttur inn. Hann býr við Anda Sínum í hinum rættvísgjørdu, til tess at ávirka hjørtu teirra frá synd til rættvísi.

Paulus sigur:

“Men Gudi veri tøkk, at víst hava tit verið [trælir] hjá syndini, men nú eru tit av hjarta vorðin tí læruhátti lýðin, sum tit vórðu givin!” (Róm. 6:17)

Her er okkurt, sum Paulus takkar Gudi fyri. Hvat hevur Gud gjørt, hvat fær Hann tøkk fyri her? Hann gevur Gudi tøkk fyri, at hóast tey hava verið trælir hjá syndini, eru tey nú av hjarta vorðin tí læruhátti lýðin, sum tey vórðu givin yvir til ella yvirgivin til (VD. 1937. JD: sum tit vórðu latin yvir til). Sama orð er brúkt um Judas: “Judas, sum sveik hann” (Jóh. 18:2). Judas gav Jesus yvir til hermenninar ella hann lat Jesus yvir til teir. Tað er eisini brúkt um Jesus: Gud gav Jesus upp fyri okkum øll" (Róm. 8:32, sí JD.). Tað er Gud, sum hevði givið tey yvir til læruháttin ella lærumynstrið; hesi læru vóru tey nú lýðin. Gev tær far um, at hetta var ikki eitt mekaniskt lýdni, ikki eitt treyðugt lýdni av noyðslu, nei, hesum læruhátti vórðu tey av hjarta vorðin lýðin. Gud hevði ávirkað hjørtu teirra, so tey av hjarta vóru vorðin læruni lýðin. Gud eigur æruna fyri tað; Gud virkaði í teimum at vilja. Vit takka ikki okkum sjálvum fyri lýdni okkara, nei, vit takka Gudi fyri, at vit eru lýðin, eins og Paulus gjørdi.

Paulus heldur á at vísa, hví hann takkar Gudi:

“Og loyst frá syndini eru tit vorðin tænarar hjá rættvísini” (Róm. 6:18).

Tær ensku týðingarnar gera sær ómak at vísa, at hesi sagnorðini eru í tolsøgn. Tolsøgn sigur frá, at gerðin er vend ímóti grundliðinum:

“Og vorðin loyst frá syndini eru tit vorðin trælir hjá rættvísini” (UBS).

Paulus takkar Gudi fyri, at tey eru vorðin (blivin) loyst frá syndini og vorðin trælir hjá rættvísini. Paulus takkar Gudi fyri hetta, tí tað er Hann, sum hevur gjørt hetta; Hann hevur loyst tey frá syndini og gjørt tey til trælir hjá rættvísini.

So aftur til spurningin: Hví fer synd ikki at ráða yvir okkum, sum eru undir náði?

1.     Undir náði er øll vreiði burturbeind.

2.     Undir náði er øll skuld burturbeind.

3.     Undir náði virkar Gud í okkum at vilja og at virka eftir góða vilja Sínum.

 

 

Trúgv hesum av øllum hjarta tínum og syng:

“Jesus loyst loyst úr synd meg hevur,

fríur, fríur eri eg,

hvønn dag nýggja kraft mær gevur,

fríur, fríur eri eg.”

 

Albin Jacobsen