Rættvísgering av verkum..
Ábraham varð rættvísgjørdur av verkum.
“Varð Ábraham rættvísgjørdur av verkum, hevur hann nakað at rósa sær av. Tó ikki fyri Gudi – tí hvat sigur skriftin? – „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.“ (Róm. 4:2-3).
“Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, tá ið hann ofraði son sín Ísak á altarinum! Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin! – Og skriftin gekk út, sum sigur: „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi“, og hann varð kallaður vinur Guds. Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina” (Ják. 2:21-24).
Tað, sum Jákup skrivar, kann vera ein beiskur biti at svølgja hjá mongum; serliga teimum, sum bara brúka Paulus, tá ið talað verður um rættvísgering. Tílík menniskju kunnu finna uppá, tá ið tey lesa Ják. 2:20-24, at endurgeva Róm. 4:5, fyri at sissa sinnið, hvat teirra “rættvísgering av trúgv eina” viðvíkur. Men eitt er púra víst og tað er, at tað, sum Jákup skrivar, er so sanniliga eisini innblást av Anda Guds. So er spurningurin: Hvussu skulu vit skilja hetta, sum tykist at vera ein mótsøgn?
Paulus og Jákup eru báðir samdir um, at tað var av trúgv, at Gud roknaði Ábraham rættvísan.
Paulus sigur: „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi“ (Róm. 4:3).
Jákup sigur: „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi“ (Ják. 2:23).
Geva vit okkum far um, at greiðsluevni Paulusar ikki er tað sama sum greiðsluevni Jákups, tá ið teir skriva um rættvísgering, so er eingin vandi á ferð. Í tí, sum Paulus skrivar um rættvísgering, vísir hann á, at menniskju ikki verða rættvísgjørd av lógverkum (sí: Róm. 3:20; 3:28; Gal. 2:16; 3:2, 5, 10). Á henda hátt royna menniskju at fáa í lag sína egnu rættvísi við at gera góð verk (Róm. 10:3). Um Gud skuldi rættvísgjørt syndaran afturfyri góð verk, so var rættvísgeringin ikki av náði, men løn, nakað, sum syndarin eigur á t.e. sum Gud hevur skyldu at gera (Róm. 4:4). Paulus vísir á, at tann, ið ikki virkar—t.e., sum ikki roynir við góðum verkum at verða rættvísgjørdur—men trýr á Hann, sum ger hin ógudiliga rættvísan—honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi (4:5).
Tá ið ein syndari veruliga gerst varur við, hvussu rættvísur Gud er, tá dittar hann sær ikki við verkum at verða rættvísgjørdur. Nei, tástani kann hann boyggja seg undir rættvísi Guds, rættvísi Guds, sum fæst við trúgv á Jesus Kristus (Róm. 10:3; 3:22). Í tí løtu syndarin í hjarta sínum trýr á Jesus Kristus, roknar Gud hann at vera rættvísan. Hann hevur ikki gjørt eitt einasta verk enn, men Gud roknar trúgv hansara honum til rættvísi.
Paulus tekur Ábraham sum dømi um, at Gud rættvísger syndarar við trúgv uttan verk. Paulus vísir til hendingina í lívi Ábrahams, sum skrivað stendur í 1. Mós. 15, har vit lesa í sætta ørindi: “Og Ábraham trúði HARRANUM, og Hann roknaði honum tað til rættvísi.”
Greiðsluevni Jákups er ikki rættvísgering, men trúgv. Jákup skrivar um munnliga trúgv (2:16, 18), trúgv illra anda (2:19), nyttuleysa trúgv (2:20), deyða trúgv (2:17, 26) og ábrahamska trúgv (2:21-23). Jákup tekur Ábraham sum dømi, fyri at vísa á, at trúgv, sum rættvísger, ikki er munnlig, nyttuleys, deyð trúgv. Hendingin í lívi Ábrahams, sum Jákup tekur fram, fór fram 12 ár eftir, at hann varð rættvísgjørdur av trúgv (1. Mós. 22). 12 ár eftir, at Gud hevði roknað Ábrahami trúgv hansara til rættvísi, roynir Gud Ábraham. Úrslitið av hesi roynd var, at Gud segði:
“Nú veit Eg, at tú óttast Gud – tú hevur ikki spart einasta son tín fyri Meg!“ (1. Mós. 22:12).
Hetta, sum hendi á einum fjalli í Morialandi, sum fekk Gud at siga, at “nú veit Eg, at tú óttast Gud,” kallar Jákup: “Ábraham varð rættvísgjørdur av verkum,” “trúgvin virkaði saman við verkunum hansara,” “við verkunum varð trúgvin fullkomin,” “og skriftin gekk út” (2:21-23). Skriftin gekk út! Hvat hevði skriftin sagt, sum gekk út, tá ið Ábraham ofraði son sín Ísak? Jú skriftin hevði sagt 12 ár frammanundan:
“Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi” (2:23).
So kunnu vit spyrja: Hvat í allari víðu verð hevði rættvísgerandi trúgv Ábrahams at gera við hendingina 12 ár seinni? Hvat nú, um Ábraham ikki “við trúgv ofraði Ísak, tá ið hann varð royndur?” (Heb. 11:17). Hevði trúgvin, sum hann hevði 12 ár frammanundan, ikki havt rættvísgjørt hann kortini? Svarið er eitt avgjørt nei. Hví? Tí so hevði skriftin ikki gingið út, sum sigur: Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.” Ella vit kunnu siga, at, um Ábraham ikki hevði verið lýðin, tá ið Gud royndi hann, so hevði tað verið prógv um, at tað ikki var rættvísgerandi trúgv, hann hevði. So hevði tað verið nyttuleys, deyð trúgv. Hetta er tað, sum Jákup vil hava í ljósmála. Hann byrjar við at siga:
"Hvat nýttar tað, brøður mínir, um onkur sigur seg hava trúgv, men hevur ikki verk? Kann ein sovorðin trúgv frelsa hann?” (2:14 UBS).
Fyrru ferð Jákup nýtir orðið trúgv her, ger hann tað uttan tað bundna kenniorðið, men seinnu ferð er tað við tí bundna kenniorðinum: Kann tann trúgvin ella ein sovorðin trúgv... Logikkurin er eyðsýndur. Tað nyttar einki, hvat vit siga, við svong og nakin náðisystkin, tað gevur teimum hvørki mettu ella klæði. Eg má ikki siga teimum tað, men geva teimum tað, ið likaminum tørvar. Hetta er logikkur fyri búrhøsn. So sigur skriftin, at soleiðis er tað eisini við trúnni. Hevur hon ikki verk, “so er hon deyð, tá ið hon er einsamøll” ella eina (2:17 FKJ). Góð og vøkur orð hvørki metta ella klæða nakran; tey eru orð eina. Ein kann siga, at hann trýr, men, um lívið ikki verður merkt av lýdni fyri Gudi, so var tað trúgv eina, sum orð Guds jú kallar trúgv illra anda, nyttuleys trúgv og deyð trúgv.
Her er tað, at tey, sum misskilja Jákup, vísa til Paulus:
“Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudiliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi” (Róm. 4:5).
Tað, sum hesi menniskjuni vilja hava okkum at trúgva, er, at tað ber til at trúgva til rættvísgering uttan nakrantíð at gera verk. Tað er ikki tað, sum Paulus lærir. Paulus lærir, at tann, ið ikki virkar, fyri at verða rættvísgjørdur, men trýr, honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi. Tað tekur ikki alt lívið at rættvísgera ein syndara. Í somu løtu ein syndari trýr, er hann rættvísgjørdur, uttan at hava gjørt eitt einasta verk. Gev tær far um, at Paulus tekur trúgv Ábrahams sum dømi. Hann sigur at lyftið stendur teimum fast, sum hava trúgv Ábrahams, hansara, sum er faðir okkara alra (Róm. 4:16). Paulus lærdi ikki, at ein rættvísgjørdur kann hava trúgv, sum ikki virkar. Hann sigur sjálvur, at alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika (Gal. 5:6). Hann lærdi, at menniskju verða frelst av náði við trúgv, ikki av verkum, men til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt okkum til reiðar at liva í (Efs. 2:8-10).
Jákup sigur:
“Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina” (2:24).
Ábraham varð ikki rættvísgjørdur í 1. Mós. 15 av verkum, nei, tað var av trúgv. Men Ábraham varð rættvísgjørdur av verkum í 1. Mós. 22, tá ið hann ofraði son sín Ísak á altarinum (2:21). Tað sigur orð Guds, so tað kann ikki annað enn vera satt. Varð Ábraham rættvísgjørdur tvær ferðir: einaferð av trúgv og einaferð av verkum?
Grikska orðið “diakaióo” kann hava tvær merkingar. Ein er: at fríkenna t.e. at lýsa ein rættvísan og fara við honum sum rættvísan. Paulus sigur, at menniskjað verður rættvísgjørt av trúgv, uttan lógverk (Róm. 3:28). Her er merkingin, at Gud lýsir ein syndara at verða rættvísan t.e. Gud fer við honum sum rættvísan. Hin merkingin er: at vátta ein rættvísan ella prógv fyri rættvísi. Paulus sigur: “At tú (Gud) skalt verða rættvísgjørdur (diakaióo) í orðum Tínum og vinna, tá ið tú verður dømdur” (Róm. 3:4). Her er merkingin sjálvandi ikki at fríkenna og lýsa Gud rættvísan ella fara við Honum sum einum rættvísum. Gud er rættvísur. Her er merkingin: fyri at Tú skalt verða prógvaður rættvísur ella sum VD. sigur: kendur rættvísur í orðum Tínum. Paulus sigur eisini, at Jesus varð rættvísgjørdur í anda ella av Andanum (1. Tim. 3:16). Her er merkingin ikki, at Andin lýsti Jesus at verða rættvísan ella fór við Jesusi sum einum rættvísum. Her er merkingin, at Jesus var váttaður ella prógvaður rættvísur av Andanum (sipar møguliga til uppreisnina).
Hetta er møguliga merkingin, Jákup hevur í huga:
“Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, tá ið hann ofraði son sín Ísak á altarinum!” (2:21).
Tað vil siga, at Ábraham varð prógvaður rættvísur av verkum, tá ið hann ofraði son sín Ísak á altarinum.
“Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina” (2:24).
Tað vil siga, at menniskjað verður prógvað rættvíst av verkum og ikki av trúgv eina.
Skriftin segði satt, tá ið hon segði, at "Ábraham trúði Gudi, og tað var roknað honum til rættvísi.” Verkini prógvaðu, at hann var rættvísgjørdur av trúgv 12 ár frammanundan. Trúgvin virkaði saman við verkum hansara. Tað, sum Jákup tí lærir, er, at trúgv í munninum rættvísger ongan, trúgv illra anda rættvísger ongan, nyttuleys trúgv rættvísger ongan og deyð trúgv rættvísger ongan. Áðrenn Jákup fer í holdt við at vísa á trúgv Ábrahams, sigur hann: “Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt t.e. nyttuleys ella til onga nyttu, sum Victor týddi í 1937. So tekur hann trúgv Ábrahams sum dømi. Jákup endar hetta evnið um trúgv við at siga, at eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk (2:26).
Tað er einki at ivast í, at mong av teimum, sum Jákup skrivar til, hava hugsað, at frelsan er “eina” ella “bara við trúgv,” sum vit so mangan hoyra í dag. Skriftin sigur aldri, at tað er bara við trúgv. Nei, skriftin sigur, at tað er við trúgv. Hetta er tað, sum Jákup roynir at fáa greiðu á; hann vísir teimum á, hvat sonn trúgv er, og tekur Ábraham sum dømi. Hevur ein rættvísgerandi trúgv, so fer tað ósvitaliga at síggjast í lívinum hjá viðkomandi, um ikki, so er tað deyð trúgv.
Vit hava fleiri dømi um hetta í skriftini, eg skal nevna eitt. Jesus tosar um menniskju, sum taka við orðinum við gleði, tá ið tey hoyra tað. Men tey hava ikki rót í sær og trúgva bert eina tíð, tí tey falla frá tá ið royndarstundin kemur (Luk. 8:13). Royndirnar, sum talan er um, eru trongdir og atsóknir, sum koma fyri orðsins skuld (Matt. 13:21). Gud royndi Ábraham, og hann stóð royndina; hann hevði sanna trúgv. Jákup sigur, at vit skulu rokna tað fyri bera gleði, tá ið vit koma í alskyns [royndir]. Hví roynir Gud trúgv okkara? Tí royndirnar virka tol ella úthaldni, og úthaldnið leiðir til fullkomið verk—eins og hjá Ábrahami: “við verkunum varð trúgvin fullkomin.” Á henda hátt gerast við fullkomin og heil, og einki vantar á hjá okkum (Ják. 1:1-5).
Pætur skrivar um trúgv, dýrabara trúgv, sum okkum er givin við rættvísi Guds og frelsara okkara Jesu Krists (2. Pæt. 1:1). Hendan trúgvin er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull. Hví er hendan trúgvin mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull? Tí hon tolir at verða roynd. Pætur sigur hin roynda trúgvin (1. Pæt. 1:7). Orðið, sum Pætur brúkar, er: Dokimion. BDAG sigur um hetta orðið, í hesum høpi: “genuineness as result of a test, genuine, without alloy.” Á føroyskum kunnu vit siga: ektleiki sum úrslit av roynd, ektleiki, uttan málmbland. Hví koma alskyns royndir? Pætur svarar: “fyri at ektleikin í trúgv tykkara—sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull—og tað verður tó roynt við eldi—kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists (sí ESV, NASB, LSB, HCSB, NKJV).
Tá ið gull verður roynt (reinsað) við eldi, og liðugt er at royna tað, kemur tað úr aftur eldinum sum ektað gull. Vit kunnu siga, at ektleikin var til staðar í gullinum, men í eldinum verður alt málmblandið brent burtur og ektleikin kemur til sjóndar. Hetta er myndin Pætur brúkar. Trúgvin verður roynd, fyri at ektleikin kann koma til sjóndar, so hon kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. Tey, sum hava tílíka trúgv, falla ikki frá, tá ið royndir koma fyri orðsins skuld, nei, tey standa royndina. Hví? Tí “Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað/roynd (sama orð á grikskum) út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini/royndini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana (1. Kor. 10:13). Og tí, at Guds børn verða við kraft Gud varðveitt við trúgv líka til endan (1. Pæt. 1:4-7).
Hetta er ikki nyttuleys trúgv, deyð trúgv ella trúgv bara í munninum. Nei, hetta er trúgv í hjartanum. Tað er ómøguligt at hava trúgv í hjartanum og ikki lata hana ganga út í lívið (Orð. 4:23). Nyttuleys trúgv heiðrar Jesus við vørrunum, men hjarta teirra er langt frá Honum (Matt. 15:8). Tey, sum hava sanna trúgv, goyma orðið í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni (Luk. 8:15). Hjarta okkara er har, sum vit síggja stórt virði í (Luk. 12:34). Skriftin sigur:
“Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur” (Róm. 10:9).
Gev tær far um, at Paulus sigur: “og trýrt í hjartanum...so skalt tú vera frelstur.” Paulus sigur, at eingin verður rættvísgjørdur av lógverkum. Lógverk er, tá ið ein syndari roynir at gera góð verk, fyri at verða rættvísgjørdur. Jákup sigur, at prógvið fyri, at ein er rættvísgjørdur av trúgv, er, at viðkomandi hevur eina livandi trúgv.
Albin Jacobsen