Æviga ætlan Guds (7)..
"Hvat skulu vit nú siga um hetta?"
“[Men] vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað” (Róm. 8:28).
Tá ið vit lesa skriftirnar og ein og hvønn tekst, mugu vit geva okkum far um samanhangið, orðini standa í. Tað er ikki nokk bara at lesa tey stóru gudfrøðiligu orðini, rættvísgering, heilaggering, endurloysing o.s.fr., og so koma til niðurstøður. Tey smáu orðini hava ómetaligan stóran týdning, um vit skulu skilja tekstin rætt. Hesi smáu orðini verða kalla sambindingarorð. Tey binda saman setningar ella setningslutir. Tað er ikki altíð, at týðingin hjá Victor hevur hesi smáorð við. Róm. 8:28 byrjar við orðinum men—JD hevur tað við; tað var við í VD 1937.
Hví byrjar Paulus setningin við?: “Men vit vita.” Hvat hevur Paulus júst sagt? Í ørindi 26 sigur hann: “tí vit vita ikki...” Í veikleika okkara vita vit ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at vera. Her í lívinum suffa við mangan, vit kenna okkum forfjónað av Gudi, vit eru mangan í villareiði og eru ørkymlað. Men so koma hesi undurfullu orðini: “Men vit vita.” Hvat vita vit! Orð Guds svarar: “at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað” Tað skal eingin ivi vera um, at tað er Gud, sum samvirkar alt til góða—NASB sigur: Gud samvirkar alt til góða.
Alt virkar saman í felagsskapi mær til góða. Hvat er alt? Paulus endar kapittul 11 við hesum orðum:
“Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.”
Dýrd Guds ljómar í tí veruleika, at alt er frá Honum, við Honum og til Hansara.
Orð Guds sigur eisini:
“Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns” (Efs. 1:11).
Her síggja vit, at viðvíkjandi teimum, sum frammanundan vóru ætlað til arvalut, virkar Gud alt eftir ráði vilja Síns. Hvat er endamálið?: “Fyri at vit skulu vera dýrd Hansara til prís” (ø. 12). Paulus sigur eisini, at alt hoyrir okkum til. Vit eru øll hjartans fegin um, at lív hoyrir okkum til. Men deyði hoyrir eisini okkum til, eisini tað, ið koma skal, hoyrir okkum til (1. Kor. 3:22). Og Gud virkar alt eftir ráði vilja Síns. Alt er frá Honum. Alt er við Honum. Alt er til Hansara. Og alt hevur hetta til endamáls: “Fyri at vit skulu vera dýrd Hansara til prís.”
Hvussu kunnu vit vita, at Gud samvirkar alt teimum til góða, sum elska Gud og eru kallað eftir ráði Hansara? Svarið kemur her:
“Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður” (Róm. 8:29).
Alt, sum kemur á okkara leið, er við til at gera okkum lík Jesusi. Hetta er jú tað, sum Gud frammanundan tilskilaði okkum til. Hesi menniskjuni, sum elska Gud og sum alt fer at samvirka til góða, tey kallaði Hann við, tey rættvísgjørdi Hann við og tey dýrdargjørdi Hann við. Paulus spyr: “Hvat skulu vit nú siga til hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum! (8:31). Svarið er sjálvandi: “Eingin og einki kann vera ímóti okkum! Gud fer at fullføra Sína ætlan við teimum, sum Hann kendi frammanundan og tilskilaði at vera gjørd lík mynd Sonar Síns. So kemur Paulus við eini próvførslu, sum verður kallað: Frá tí størra til tað minna:
“Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!” (8:32).
Gud kundi ikki geva nakað størri og einki kostaði Honum meira enn tað at geva elskaða, rættvísa og heilaga Son sín í deyðan fyri okkum øll. Tá Gud kundi gera tað, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum? Gud fer vissuliga at geva teimum, sum elska Hann, alt tað, sum skal til, fyri at gera tey lík mynd Sonar Síns. Eingin kann bera klagu móti hesum menniskjum, hini útvaldu Guds, tí Gud hevur rættvísgjørt tey (ø. 33). Í ørindi 27 sóu vit, at Andin biður fyri hinum heiløgu. Í ørindi 34 síggja vit, at Kristus biður fyri okkum. So sjálvandi fer tað at eydnast Gudi, at dýrdargera tey, sum Hann frammanundan kendi.
Hvat skulu vit siga um hetta?
Paulus spurdi: “Hvat skulu vit nú siga um hetta?” Í dag høvdu uttan iva fleiri svara: Um Gud frammanundan hevur útvalt menniskju til frelsu, so loysir tað seg ikki at prædika evangeliið. Mong av hesum menniskjunum trúgva, at Gud hevur gjørt av frammanundan, hvussu mong børn hjún skulu hava, ja enntá, hvønn lit hár og eygu teirra skulu vera. Um vit brúka somu meginreglu, so kundu vit sagt: Um Gud hevur gjørt av frammanundan, hvussu mong børn hjún skulu hava, so loysir tað seg ikki at fara í song við konuni. Nú gerst tað fjákut, há? Líka fjákut er hin viðmerkingin. Gud hevur ikki einans gjørt av, hvør skal verða frelstur, Hann hevur eisini gjørt av, hvussu og við hvørjum viðkomandi skulu verða frelst við. Eingin verður frelstur uttan at hoyra evangeliið
Paulus visti, at Gud hevði útvalt menniskju til frelsu, men tað helt honum ikki aftur at prædika evangeliið. Hann sigur, at hann var tænari Guds og ápostul Jesu Krist. Til hvat? Ja, hann sigur sjálvur:
“til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta, í vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur hevur lovað frá ævigum tíðum” (Tit. 1:1-2)
Gud hevur í ævinleikanum lovað Sínum útvaldu ævigt lív. Paulus tænti Gudi við at prædika evangeliið, fyri at hini útvaldu Guds skuldu koma til trúgv og fáa ævigt lív. Tað var ikki altíð lætt hjá Paulusi at útinna hesa tænastu. Les 2. Kor. 11:23-28, so sært tú hvat hann mátti tola, hvat hesi tænastu viðvíkti. Spyrja vit Paulus: Hví tolir tú alt hetta, og fyri hvønn tolir tú alt hetta. Hann svarar:
“Tí toli eg alt fyri hinna útvaldu skuld, fyri at tey við skulu vinna frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd” (2. Tim. 2:10).
Paulus visti full væl, at Gud hevði útvalt menniskju til frelsu, men tað fekk hann ikki at hugsa: Hevur Gud útvalt menniskju til frelsu, so loysir tað seg ikki at prædika evangeliið.” Nei, tað at hann vist, at Gud hevði útvalt menniskju til frelsu, var drívmegin í tænastu hansara. Paulus kendi frelsuætlan Gud. Hann visti, at Gud frammanundan kendi, útvaldi og tilskilaði menniskju, men hann visti eisini, at, um hesi menniskju skuldu koma til trúgv og verða frelst, so mátt Gud kalla hesi menniskju. Hann visti eisini, at Gud kallaði menniskju við evangeliinum, sum Paulus prædikaði (2. Tess. 2:13-14).
Paulus visti ikki, hvørji hini útvaldu Guds vóru, fyrrenn tey komu til trúgv; tí prædikaði hann evangeliið alla staðni, har hann kom. Men hann talaði ikki fyri at toknast menniskjum, men fyri at toknast Gud, ikki við smikrandi orðum. Hann handfór ikki orð Guds óærliga, nei, hann legði sannleikan opnan fram og talaði til samvitsku hvørs menniskja (1. Tess. 2:4-5; 2. Kor. 4:2). Hann bað syndarar venda við og trúgva á Jesus (Áps. 26:17-20). Paulus visti, at evangeliið var kraft Gud til frelsu, fyri hvønn tann, sum trýr. Hann visti, at vit menniskju kunnu einans planta og vatna, men bara Gud kann geva vøkst (1. Kor. 3:6).
Soleiðis eigur tað eisini at vera í dag. Vit prædika evangeliið fyri øllum menniskjum; biðja øll venda við og trúgva á Jesus, men enn í dag er tað bara Gud, sum kann geva vøkst.
Albin Jacobsen