Búmerkið hjá felagnum
29. mar. 2025

Æviga ætlan Guds (6)..

Heilaggerðing og dýrdargering.

Vit koma nú til tað síðsta liðið í frelsuketuni í ætlan Guds: Dýrdargering. Eg havi valt at viðgera heilaggering saman við dýrdargering, tí dýrdargeringin byrjar her í lívinum og verður fullførd, tá ið Jesus kemur aftur. Paulus hevur sagt, at tey, sum Gud frammanundan kendi (hini útvaldu Guds, sí ø. 33), tey tilskilaði Hann eisini frammanundan (í ævinleikanum) at verða gjørd lík mynd Sonar Guds (Róm. 8:29). Hesi dýrmetti (hereftir brúki eg: dýrdargjørdi) Hann við (ø. 30).

Paulus hevur sagt í hesum sama kapittuli, at, av tí at vit eru børn, eru vit arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit skulu verða dýrdargjørd við Honum (8:17). Tað er eingin dýrdargering við Jesusi, um vit ikki fyrst líða við Honum. Tað er her í lívinum, at vit líða við Jesusi; ikki í ævinleikanum. Tað er eisini her í lívinum, at vit skulu avspegla dýrd Harrans og verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd (2. Kor. 3:18). Hetta er júst tað, sum Gud hevur tilskilað okkum til: “at verða gjørd lík mynd Sonar Síns” (Róm. 8:29).

Heilaggering ber prógv um rættvísgering.

Tað vil siga, at her í lívinum byrjar tilgongdin “at gera okkum lík mynd Sonar Síns,” sum jú er heilaggering. Í hesum sama kapittuli sigur Paulus:

“So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru” (Róm. 8:1).

Hetta er úrslitið av okkara rættvísgering. Vit eru í Kristusi, vit hava Hansara rættvísi, og tí er eingin fordøming fyri okkum trúgvandi; vit eru við alla gjørd fullkomin, hetta er okkara støða í Kristus Jesusi, hetta er okkara rættvísgering.

So sigur Paulus:

“Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans” (8:2).

Hetta er okkara heilaggering. Um vit skulu verða heilaggjørd, so mugu vit loysast frá lóg syndarinnar, sum stríðir móti lóg sinnis okkara og tekur okkum til fanga (Róm. 7:23). Tað kann tykjast løgi, at Paulus sigur, at eingin fordøming er fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru “Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.” Tað er eingin fordøming. Hví? Tí Heilagi Andin hevur loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. Hesari lógini, sum tók Paulus til fanga í 7:23, er Paulus loystur frá við kraft Heilaga Andans. Úrslitið av hesum er, at hin trúgvandi fer ikki at liva eftir holdinum, nei, hann fer við Andanum at deyða gerðir likamsins (8:13).

Tá ið Paulus sigur, at eingin fordøming er fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru, “Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans,” so meinar hann ikki, at tað at vera loystur frá lóg syndarinnar, er orsøkin ella grundin til at eingin fordøming er fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. Orðið “tí” kann lýsa orsøk, men tað kann eisini lýsa ábending um ella prógv fyri. Um eg sigi: Eg eri svangur, tí tað skramblar í búkinum. So merkir tað ikki, at orsøkin til, at eg eri svangur, er, at tað skramblar í búkinum. Nei, tað, at tað skramblar í búkinum, er ábending um ella prógv fyri, at eg eri svangur. Um eg sigi: Eg eri svangur, tí eg át ikki morgunmat í morgun. Nú er orsøkin til, at eg eri svangur, at eg ikki át morgunmat í morgun.

Eg skal taka eitt dømi. Vit lesa:

“Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann” (Matt. 2:2).

Her siga vísmenninir, at kongur Jødanna er føddur, tí vit hava sæð stjørnu Hansara. Orsøkin til, at Jesus var føddur, var ikki, at teir høvdu sæð stjørnuna. Nei, tað var ábendingin um tað ella prógvið fyri tí. So hvørja ferð vit síggja orðið “tí,” so noyðast vit at kanna, um talar er um orsøk ella prógv.

Triðja ørindi byrjar eisini við orðinum “tí.” Av eini ella aðrari orsøk hevur Victor ikki tikið orðið “tí”við, tá ið hann endurskoðaði Nýggja Testamenti, sum varð givið út í 1948, men í 1937 er tað við. Paulus sigur:

[Tí] tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, tá ið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum”

Hví hevur Andans kraft loyst okkum frá lóg syndarinnar og deyðans? Orsøkin til tað er, tí at lógin var ikki ment at gera tað, vegna holdið hjá menniskjanum. Holdið kann jú ikki toknast Gudi. Holdið tráar eftir tí, sum av holdinum er, og tráan holdsins er deyði. Men Gud gjørdi tað, sum lógin ikki var ment at gera, tá ið Hann í Soni Sínum dómfeldi (sama orð sum í ørindi 1, fordømdi) syndina í holdinum. Hetta er rættvísgeringin, syndin er fordømd, tí er eingin fordøming. So kemur endamálið, sum er heilaggering:

“fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum” (ø. 4).

Endamálið við at fordøma syndina í holdinum, var, at lógarinnar krøv skuldu verða fullgjørd í okkum, sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum. Guds børn eru ikki í holdinum, men í Andanum—“so satt sum Andi Guds býr í teimum," um ikki, ja so hoyra tey ikki Kristusi til (8:5-9). Hetta verður ikki fullkomið her í lívinum, men tað byrjar her í lívinum.

Orsøkin til, at eingin fordøming er fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru, er, at tey eru rættvísgjørd av náði Guds við trúgv á Jesus (Róm. 5:1). Men ábendingin ella prógvið fyri tí er, at tey eru loyst frá lóg syndarinnar og deyðans og fara at liva eitt lív, merkt av heilagleika. Í Hebrearabrævinum síggja vit eisini hendan sannleikan:

“Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða” (Heb. 10:14).

Hvørji hevur Jesus við alla gjørt fullkomin? Orð Guds sigur: “tey, sum halgað verða.” Orðið, sum rithøvundurin brúkar her er: hagiatso. Hetta er sama orð, sum Paulus brúkar til dømis í 1. Tess. 5:23, har týðir Victor tað: heilaggeri. Ein, sum er gjørdur fullkomin í Jesusi, rættvísgjørdur, verður heilaggjørdur. Hvørji hevur Jesus við alla gjørt fullkomin? Tey, sum heilaggjørd verða. Tey, sum verða rættvísgjørd, fara eisini at verða heilaggjørd. Hví? Tí, Hann, sum kallaði okkum til heilaggering, er trúfastur: “Hann skal gera tað við” (2. Tess. 5:22-24). Vilji Guds við teimum, sum eru rættvísgjørd, er heilaggering (2. Tess. 4:3). Gud kallaði tey til heilaggering (2. Tess. 4:7). Trúfastur er Gud, sum kallaði okkum, Hann skal gera tað við (2. Tess. 5:24).

Eg skilji ikki, at nakar kann læra, at ein kann verða rættvísgjørdur uttan nakrantíð at verða heilaggjørdur. Orð Guds sigur: “Stevnið eftir...heilaggering, tí uttan hana skal eingin síggja Harran” (Heb. 12:14). Tað er Gud, sum rættvísger syndarar, og tað er Gud, sum heilagger syndar. Men eingin syndari verður rættvísgjørdur uttan við trúgv. Eingin syndari verður heilaggjørdur uttan við trúgv. Á sama hátt, sum vit tóku ímóti Jesusi, soleiðis skulu vit áhaldandi liva í Honum (Kol. 2:6). Hvussu tóku vit ímóti Jesusi, og vórðu rættvísgjørd? Við trúgv! Hvussu skulu vit áhaldandi liva í Honum, til heilaggering? Við trúgv! Tað er løgi at halda, at menniskju kunnu hava trúgv til rættvísgering, men hava ikki trúgv til heilaggering.

Dýrabar trúgv.

Guds børn hava fingið somu dýrabaru trúgv, sum Pætur og hinir ápostlarnir høvdu. Tey hava fingið alt, ið hoyrir til lív og gudsótta; tey hava fingið lut í guddómligari náttúru (2. Pæt. 1:4). Tí áleggur orð Guds hesum somu menniskjunum at vera meiri íðin at gera kall og útveljing sína føst t.e. álítandi, væl grundað (2. Pæt. 1:10). Tað, sum orð Guds í roynd og veru sigur her, er, at tey skulu lata tað síggjast í lívi teirra, at tey eru kallað og útvald! Hesi somu menniskju verða við kraft Guds varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð (1. Pæt. 1:5). Hendan frelsan, sum verður opinberað á síðstu tíð er, tá ið vit fara at uppliva dýrdargerðina í orðsins sanna týdningi. Men inntil tá, verða vit við kraft Guds varðveitt við trúgv líka til endan.

Tey, sum Gud hevur rættvísgjørt, fer Hann vissuliga eisini at heilaggera. Hevur Gud byrjað eitt gott verk í einum syndara, so fer Hann vissuliga eisini at fullføra tað (Filip. 1:6). Men Gud ger tað ikki uttanum vilja menniskjans. Gev tær far um, hvat Paulus sigur við hini heiløgu í Filippi: “Arbeiðið...við ótta og bivan uppá frelsu tykkara!” Hví skulu trúgvandi arbeiða við ótta og bivan uppá frelsu sína? Paulus ella orð Guds svarar:

“Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum” (Filip. 2:13).

Gud virkar í teimum, Hann hevur rættvísgjørt. Hvat virkar Hann? Hann virkar so, at tey vilja virka eftir góða vilja Sínum. Eg má vilja, ja! Men Gud virkar so, at eg vil; so tá ið eg vil virka fyri Harran, so er tað tí, at Gud virkar í mær.

Fríur, fríur eri eg.

Paulus sigur við hini elskaðu Guds í Róm:

“Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði” (Róm. 6:14).

Hetta er ikki eitt boð, sum til dømis: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum.” Nei, hetta er eitt lyftið. Victor brúkar næstan hvørja ferð skal+navnhátt, tá ið grikska orðið stendur í framtíð. Í dag brúka vit fara+navnhátt. Paulus sigur tí:

“Tí synd fer ikki at ráða yvir tykkum, tí tit eru ikki undir lóg, men undir náði.”

Hetta er lyfti um, at synd fer ikki at ráða yvir ella at hava tamarhald á hinum elskaðu Guds. Hví fer hon ikki tað? Tí tey eru undir náði. Náðin ræður yvir teimum, náðin ræður við rættvísi til ævigt lív; náðin ræður á sama hátt, sum syndin ráddi í deyðanum (Róm. 5:21). Gev tær far um, at Paulus byrjar setningin við “tí.” Tað svarar, hví vit skulu gera tað, sum hann hevur sagt beint frammanundan. Hví skulu vit rokna okkum deyð [fyri] syndini? Hví skulu vit ikki lata syndina ráða í deyðiliga likami okkara? Hví skulu vit bjóða Gudi fram limir okkara sum vápn rættvísinnar? Hann svarar: Tí synd fer ikki at ráða yvir tykkum; náði fer at ráða yvir tykkum.

Trúgvandi vóru trælir hjá syndini (Róm. 6:17). Men nú eru tey loyst frá syndini og eru vorðin trælir hjá rættvísini (6:18). Tí skulu tey bjóða fram limir sínar sum trælir  hjá rættvísini—til heilaggering (6:19). Nú eru tey loyst frá syndini og vorðin trælir Guds; ávøksturin í lívi teirra er nú heilaggering og endin er ævigt lív (6:22). Gud ferð í náði Síni ikki at lata tey tæna syndini. Hví? Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi Harra okkara (6:23). Náðin, sum frelsir, venur eisini tey frelstu upp...at liva rættvíst og gudiliga í hesum heimi (Tit. 2:11-12).

Áhaldandi frelsa.

Paulus setur evangeliið fram fyri samkomu Guds í Korint. Hann sigur:

“Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í, sum tit eisini verða frelstir við – so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í – annars trúðu tit til einkis!” (1. Kor. 15:1-2).

Her sigur Paulus, at tey, sum tóku við evangeliinum, verða (blíva) frelst við evangeliinum, so satt sum tey halda fast við orðini, ið hann kunngjørdi teimum tað í. Um tey ikki áhaldandi verða frelst við evangeliinum, so trúðu tey til einkis. Tann upprunaliga trúgvin var til einkis, um tey ikki áhaldandi verða frelst við evangeliinum. So hevur Gud ikki byrjað gott verk í teimum, og so er einki gott verk at fullføra (Filip. 1:6). Paulus ávarar hesi somu menniskju um, at tað ikki má vera til einkis, at tey hava tikið ímóti náði Guds (2. Kor. 6:1). Náðin, sum frelsir, venur eisini hini frelstu upp til rættvíst lív (Tit. 2:11). Áhaldandi at verða frelstur, nevnir Paulus “at fullføra heilaggering í gudsótta," fyri hesum somu menniskjum (2. Kor. 7:1). Paulus vísir eisini  hesum menniskjunum á, at tað er Gud, sum letur ávøkstir rættvisi teirra taka til (2. Kor. 9:10). Hann vísir teimum eisini á, at í Kristusi er rættvísgering, ja, men eisini heilaggering (1. Kor. 1:30). Hann sigur eisini við tey, at Gud er trúfastur og fer at staðfesta tey, sum eru kallað [at verða] heiløg, líka til endan (1. Kor. 1:8-9). At enda gevur Paulus hesum somu menniskjunum hesa álvarsomu áminning:

“Kannið tykkum sjálvar, fyri at vita, um tit eru í trúnni; roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina” (2. Kor. 13:5 UBS).

Men tey, sum Gud hevur kallað eftir ætlan Síni, fara áhaldandi at verða frelst t.e. heilaggjørd. Teimum varð jú givið, fyri Kristusar skuld, at trúgva og at líða fyri Hansara skuld (Filip. 1:29). Tey hava fingið somu dýrabaru trúgv, við rættvísi Guds, sum ápostlarnir høvdu (2. Pæt. 1:2). Hendan trúgvin, sum verður roynd og stendur royndina, er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull, og verður funnin til rós í opinbering Jesu Krists (1. Pæt. 1:7). Hendan trúgvin nær málið, sum er frelsu sálanna, tí hon verður varðveitt við kraft Guds líka til endan (1. Pæt. 1:5-9). Hin rættvísi skal ikki bert geva til kennar einaferð, at hann trýr. Nei: Hin rættvísi Mín skal liva av trúgv," alt lívið (Heb. 10:38a).

Elskaður til endan.

Tey, sum HARRIN hevur drigið við náði, tey hevur Hann elskað við ævigum kærleika (Jer. 31:3). Harrin Jesus elskar Síni egnu líka til endan (Jóh. 13:1). Ein, ið er elskaður av Gudi, sleppur ikki at líva í synd. Hví? Tí Gud elskar hann. Hetta er tað, sum kærleikin ger. Kærleikin beinir tey aftur á rætta kós. Um ein játtandi trúgvandi fær loyvi til at liva í synd, so er hann ikki elskaður av Gudi. Hann er eitt óektað barn og ikki sonur. Hví? Tí, tann, ið Harrin elskar, tyktar Hann, og Hann slær harðliga hvønn tann son, ið Hann tekur Sær av. Hví ger Harrin hetta? Tí Hann fostrar okkum upp. Hví ger Hann tað? “So vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara” (Heb. 12:6-10). Tað er í hesum samanhangi, at orð Guds sigur:

“Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!” (Heb. 12:14).

Ein, sum ikki verður heilaggjørdur av Gudi, er aldri rættvísgjørdur av Gudi. Ein, sum ikki hevur trúgv til heilaggering, hevur heldur ikki havt trúgv til rættvísgering. Einki eitur í Kristusi, rættvísgering punktum. Nei, í Kristusi er rættvísi, heilaggering og endurloysing (1. Kor. 1:30). Ert tú í Kristi Jesusi, so ert tú rættvísgjørdur, ja, og so verður tú vissuliga eisini heilaggjørdur. Gud er trúfastur í at heilaggera tey, sum Hann hevur rættvísgjørd (2. Tess. 5:23-24). Gud fer at staðfesta okkum líka til endan—ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists. Hví? Tí Gud, sum kallaði okkum, er trúfastur (1. Kor. 1:8-9).

Uttan heilaggering skal eingin síggja Harran. Men hini elskaðu Guds, fara ein dag at síggja Harran, og hendan sjónin av Harranum fer at gera tað, at tey verða Honum lík (1. Jóh. 3:2). Hetta er dýrdargeringin í hásæti. Her í lívinum skoða trúgvandi dýrd Harrans, sum í einum glari (spegli), og verða umbroytt til somu mynd frá dýrd til dýrd (2. Kor. 3:18 FKJ). Men, tá ið vit síggja Hann, sum Hann er, verða vit Honum lík. Tá skal Hann umskapa likam okkara, sum nú er í so lágum standi, so tað verður gjørt líkt dýrdarlikami Hansara (Filip. 3:21 VD, 1937). Tá verður hetta forgeingiliga latið í óforgeingilileika og hetta deyðiliga latið í ódeyðilileika (1. Kor. 15:53-54).   

“Tey, sum Hann frammanundan kendi...dýrdargjørdi Hann við.”

Albin Jacobsen