Æviga ætlan Guds (5)..
Rættvísgerðing.
Nú eru vit komin til fimta lið: Rættvísgering. Tvey lið í hesi ketu eru í ævinleikanum: Frammanundan kendi og frammanundan tilskilaði. Og hini trý eru í tíðini, menniskju liva í: Kall, rættvísgering og dýrdargering. Gev tær far um, at einki lið í hesi ketu kann støkka av, uttan so, at æviga frelsuætlan Guds fer fyri skeytið. Tey, sum Gud frammanundan kendi, tey tilskilaði Hann eisini, tey, sum Gud tilskilaði, tey kallaði Hann eisini, tey, sum Gud kallaði, tey rættvísgjørdi Hann eisini og tey, sum Gud rættvísgjørdi, tey dýrmetti ella dýrdargjørdi Hann eisini.
Eg ynski at vísa tær eitt, sum ikki kemur fram í týðingini hjá Victor; tað er ávísingarfornavnið “tútous,” sum merkir: Hesi. Paulus skrivar:
“Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, hesi kallaði Hann eisini; tey, sum Hann kallaði, hesi rættvísgjørdi Hann eisini, og tey, sum Hann rættvísgjørdi, hesi dýrdargjørdi Hann eisini” (Róm. 8:30 UBS).
Paulus leggur dent á, at tey, sum Gud kallaði, hesi rættvísgjørdi Hann eisini. Ávísingarfornavnið vísir aftur á tey, sum Gud kallaði. Tað vil siga, at hesi, sum Gud rættvísgjørdi, eru tey, sum Hann kallaði. Tað vil so aftur siga, at ikki ein einasta ein sál verður kallað við hesum kallinum og ikki rættvísgjørd. Menniskju royna av øllum alvi at pilka vit hetta skriftbrotið, fyri at fáa tað at bera til at verða kallaður uttan at verða rættvísgjørdur. Tað løgna er, at hesi menniskju trúgva fult og fast uppá, at ein, sum verður rættvísgjørdur, kann undir ongum umstøðum ikki verða dýrdargjørdur. Tey trúgva, at Gud er trúfastur í at dýrdargera tann, Hann hevur rættvísgjørt. Men Gud er ikki bert tveimum liðum í frelsuketuni trúgvur. Nei, Hann er allari ætlan Síni trúgvur. Um ein kallaður ikki verður rættvísgjørdur, so er Gud ikki sannorðaður. Men Gud er sannorðaður og lýgur ikki (Róm. 3:4; Tit. 1:2).
So hvat er tað at verða rættvísgjørdur, og hvussu verður ein tað? Grikska orðið “dikaioo” er eitt løgfrøðiligt orð og hevur eina rúgvu av merkingum. Men tann mest vanliga merkingin í Nýggja Testamenti er: At vátta ella viðurkenna ein at vera rættvísan (BDAG).
Dømir:
Tí hvat! Um nakrir vóru ótrúgvir, skal tá ótrúskapur teirra gera trúfesti Guds til einkis! Minni enn so! Gud veri sannorðaður, og hvørt menniskja lygnari – sum skrivað er: „At Tú skalt verða kendur rættvísur í orðum Tínum og vinna, táið Tú verður dømdur (Róm. 3:4).
Her brúkar Paulus grikska orðið “dikaioo.” Paulus sigur: at tú (Gud) skal verða rættvísgjørdur í orðum tínum. Victor týðir tað: “kendur rættvísur.” Her er merkingin at vátta ein rættvísan, at viðurkenna ein rættvísan ella, sum Victor sigur at kenna ein rættvísan. Tað er sjálvandi einki hjá Gudi, sum hevur tørv á at verða rættvísgjørt, við merkingini: at gera rættvíst.
Paulus sigur eisini, at Jesus varð rættvísgjørdur í anda ella av Andanum (1. Tim. 3:16). Her merkir tað, at Jesus varð váttaður rættvísur av Andanum. Tað eru fleiri dømir, men eg taki eitt aftrat. Lukas sigur, at alt fólkið og tollararnir, sum hoyrdi Jóhannes doypara prædika, [rættvísgjørdu Gud við at lata seg] doypa við dópi Jóhannesar (Luk. 7:29). Her hevur Victor týtt tað: “Og alt fólki, sum hoyrdi hann, gav Gudi rætt, tollararnir við, og lótu seg doypa. Her er týdningurin, at fólkið váttaði Gud rættvísan við at lata seg doypa. Gud var rættvísur í tí, sum Jóhannes prædikaði: at tey vóru syndarar og tørvaðu umvending og dóp. Fariseararnir lótu seg ikki doypa og vanvirdu tí ráð Guds (ø. 30).
Tað vil siga, at, tá ið ein syndari er rættvísgjørdur av Gudi, tá váttar Gud hann at vera rættvísan. Syndarin verður ikki gjørdur rættvísur, í orðsins sanna týdningi, men nú sær Gud hann at vera rættvísan. Hetta er ein løgfrøðilig rættvísi, sum Gud tilskrivar syndaranum. Paulus brúkar orðið logisomai” í samband við rættvísgjørdar syndarar. Merkingin er: At rokna, at tilrokna, ognskriva, góðskriva ella kreditera (BDAG). Paulus sigur til dømis:
Soleiðis prísar eisini Dávid tað menniskja sælt, sum Gud tilroknar rættvísi uttan verk: „Sæl tey, sum misbrotini eru fyrigivin, og syndirnar fjaldar hjá! Sælur tann maður, ið Harrin ikki tilroknar synd!“ (Róm. 4:6-8).
Hví kann eitt menniskja vera sælt? Tí Gud tilroknar tí rættvísi uttan verk. Tann vanliga hugsanin er, at eitt menniskja ger so og so nógv góð verk, og tá ið so viðkomandi nær Guds rættvísa standard (umleið), so kunnger Gud viðkomandi at vera rættvísan, afturfyri øll hesi góðu verk. Men hetta er ikki tað, sum Paulus sigur. Paulus sigur, at Gud tilroknar menniskjum rættvísi uttan verk. Hesi menniskju gera ikki góð verk, fyri at verða rættvísgjørd, nei, tey eru rættvísgjørd, áðrenn tey hava gjørt eitt einasta verk. Men hvat við syndunum hjá hesum menniskjunum? Gud tilroknar menniskjum rættvísi uttan verk, og hin síðan av sakini er, at Gud ikki tilroknar teimum syndirnar. Hann hevur fyrigivið teimum misbrotini og fjalt syndir teirra.
Hvussu kann ein rættvísur Gud fyrigeva syndir og fríkenna syndaran? Orð Guds sigur jú:
“Tann, ið fríkennir hin seka, og tann, ið dómfellir hin sakleysa, eru báðir HARRANUM andstygd” (Orðt. 17:15).
So, hvussu kann Gud fyrigeva og fríkenna syndaran—t.e. rættvísgera syndaran? Her koma vit inn á eina læru, sum verður kallað: Staðgonga. Tað er, at Jesus gekk í deyðan fyri meg; Hann tók mítt stað í dóminum. Paulus sigur:
“Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds” (2. Kor. 5:21).
Hann, sum kendi ikki synd, er Jesus. Hann, sum gjørdi Hann (Jesus) til synd, er Gud Faðirin. Hvat vil tað siga, at Jesus varð gjørdur til synd? Ja, tað kann í øllum førum ikki merkja, at Jesus gjørdist ein syndari. Nei, tað merkir, at Gud fór at við Honum, sum at Hann var ein syndari; Hann sá Hann at vera ein syndari ella Hann roknaði Hann at vera syndara. Tá ið Gud straffaði Jesus á Golgata, tá roknaði Gud tað at vera menniskju Hann straffaði, vegna synd teirra. Hví gjørdi Gud hetta? Hann gjørdi hetta fyri okkum: “fyri at vit í Honum skulu vera rættvísi Guds.” Jesus segði.
“Er rættvísi tykkara ikki mætari enn rættvísi hinna skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis” (Matt. 5:20).
So vísir Jesus teimum á, at synd er ikki bert tað vit gera, men eisini tað vit hugsa (5:28). So tekur Hann samanum og sigur:
“Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin” (5:48).
Hetta er rættvísin, sum Gud krevur, fullkomna rættvísi. Menniskju, sum ikki kenna rættvísi Guds, kunnu ditta sær at royna at fáa í lag sína egnu rættvísi, men tann, ið veit, at Gud krevur fullkomna rættvísi, kann boyggja seg undir rættvísi Guds (Róm. 10:3). Um Gud, sum er fullkomiliga rættvísur, skal kunna taka ímóti okkum, so mugu vit hava hesa rættvísina, Guds rættvísi. Hetta var júst endamálið við at gera Jesus til synd fyri okkum, at vit í Kristusi skulu verða rættvísi Guds.
Hvør kann fáa hesa rættvísi, og hvussu kann ein fáa hana? Paulus sigur, at nú er rættvísi Guds opinberað, rættvísi Guds við trúgv á Jesus. Hvønn er hon fyri? Paulus svarar: “fyri øll, sum trúgva” (Róm. 3:22). Nú kunnu syndarar verða rættvísgjørdir fyri einki av náði Guds, vegna tað, sum Harrin Jesus útinti við deyða Sínum á krossinum. Gud dømdi Jesus fyri mína synd; mín synd er dømd í Jesusi. (Róm. 3:24). Nú kann ein syndari verða funnin í Kristusi, ikki við síni rættvísi, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísi frá Gudi, sum er grundað á trúgv (Filip. 3:9).
Hesin sannleikin verður kallaður “tilroknan (eng: imputation). Gud tilroknar mær rættvísi Kristusar uttan verk. Gud tilroknar mær ikki mínar syndir (Róm. 4:7-). Hví? Tí Gud tilroknaði Kristusi mínar syndir; Hann varð gjørdur til synd fyri meg, fyri at eg í Honum skuldi verða rættvísi Guds (2. Kor. 5:21). Hetta er ein løgfrøðilig rættvísi, sum vit hava í Kristusi. Hetta er ikki ein rættvísi, sum er í mær, nei hendan rættvísin er í Kristusi. Avleiðingin av hesum sannleika er, sum Paulus sigur:
“So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru” (Róm. 8:1).
Hann sigur eisini:
“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi” (Róm. 5:1).
Ein trúgvandi er í Kristi Jesusi, og tí er eingin fordøming fyri hann. Hann er rættvísgjørdur av trúgv og hevur tí frið við hin rættvísa Gud. Ein syndari, sum ikki trýr á Jesus, er longu dømdur (Jóh. 3:18). Tað er fíggindskapur ímillum Gud og ein ófrelstan syndara (Róm. 8:7). Ein, ið er rættvísgjørdur við trúgv, hevur frið við Gud. Tað er friður ímillum hann og hin rættvísa Gud; hetta er ein nýggj støða, øll trúgvandi standa í fyri Gudi.
So er eitt lið eftir, og tað er dýrdargering. Í tí partinum fari eg at vísa á sambandi ímillum rættvísgering og heilaggering.
Albin Jacobsen