“Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.”.
Er evangeliið miðsavnað um Gud ella menniskju? Fyrsti Partur
Tað eru tveir mátar at handfara skriftirnar uppá. Annar er miðsavnaður um Gud og hin um menniskju. Tey sum halda, at evangeliið snýr seg um menniskju, fara at tulka skriftirnar í ljósinum av tí. Tey sum halda, at evangeliið snýr seg um Gud, fara at tulka skriftirnar í ljósinum av tí hugsanini. Um vit spyrja ein Harrans tænara: ”Hvat er høvuðsendamálið við evangeliinum?” Um viðkomandi svarar, at høvuðsendamálið við evangeliinum er at frelsa menniskju, so kanst tú nærum við vissu siga, at mátin, sum viðkomandi handfer skriftirnar uppá, er miðsavnaður um mennisjkju.
Eg trúgvi ikki, at frelsa menniskjans er høvuðsendamál evangeliisins—misskil meg ikki, við evangelinum hevur Gud í hyggju, at frelsa menniskju, eingin ivi um tað. Men høvuðsendamálið við evangeliinum er dýrd Guds ella æra Guds (í V.D. verður orðið dogsa (dýrd) fleiri ferðir týtt æra). Gev tær far um hesi ørindini:
“Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.”
“náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða.”
“fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís.”
“Hann, sum er panturin um arv okkara - at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís”
“Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!”
“Fyri navns Míns skuld eri Eg langmóðigur, og fyri lovs Míns skuld haldi Eg vreiði Míni aftur, so tú verður ikki týndur. Eg reinsi teg, men ikki sum silvur, Eg royni teg í líðingarovni. Fyri Mína skuld, fyri Mína skuld geri Eg tað; tí hvussu skuldi Eg kunnað latið navn Mítt verðið vanhalgað! - Og dýrd Mína gevi Eg ongum øðrum.”(Róm. 11:36; Efs. 1:6,12,14; Es. 42:8; 48:9-11).
Um tú lesur Ezekiel 36:20-27, so sært tú, at frelsan, sum Harrin lovar, er ikki fyri menniskjans skuld, men fyri heilaga navns Hansara skuld.
Tá ið talað verður um frelsuráð Guds, verður mangan tikið soleiðis til: Gud Faðirin fyriskipaði tað, Gud Sonurin útinti tað og Gud Heilagi Andin setur tað í verk (syrgir fyri at tað ásetta úrslitið kemur burturúr). Tí eiga vit at spyrja: Hvat var ætlan Faðirsins við at senda Son Sín inn í henda falna heim? Hetta er ein sera týðandi spurningur, og svarið er ikki minni týðandi. Tað eru rættliga mong menniskju sum trúgva, at Sonur Guds kom, til tess at gera endurloysing møguliga fyri øll menninsku—hetta hevur fingið heitið: “møgulig endurloysing.” Hinvegin eru tað tey, sum trúgva, at Sonur Guds kom, til tess at endurloysa ávís menniskju—hetta verður kallað: “ávís” ella “avgjørd endurloysing.”
Lat meg siga beinavegin—uttan mun til hvørja støðu tú tekur—so fara ørindir at vera, bæði fyri og ímóti tínari áskoðan. Tín áskoðan av evangeliinum er ein avgerandi táttur fyri, hvussu slík ørindir verða tulkað. Er evangeliið í tínum hugaheimi miðsavnað um menniskju, so verður ørindi (t.e. hitt margtýdda) tulkað menniskjum til fyrimunar. Hinvegin, er evangeliið í tínum hugaheimi miðsavnað um Gud, ja so verður tað tulkað Gudi til fyrimunar. Eitt ørindi sigur:
“Harrin er ikki seinførur við liftinum—tóat summi halda tað vera seinføri—nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending” (2 Pæt. 3:9).
Tann ið trýr, at evangeliið er miðsavnað um menniskju, tulkar hetta ørindi á ein hátt, sum niðrar og avmarkar Guds álmátt og ráð. Ein sovorin tulking hevur ein hóp av ørindum ímóti sær; eitt dømi er:
“Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: "Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg” (Es. 46:10).
Tey menniskju, sum loyva slíkari týlking, kunnu undir ongum umstøðum trúgva, at Gud ger alt tað, sum Hann vil. Nei, í teirra hugaheimi er Guds vilji treytaður av vilja menniskjans. Tað eru tveir æðrir mátar at tulka hetta ørindi uppá—hvørkin teirra avmarkar Guds álmátt og ráð (komi inn á tað seinni).
Hvat var tað í roynd veru, sum Gud vildi útinna við offurdeyða Sonar Síns? Fer tað, sum Gud vildi útinna við krossinum, at ganga sjón fyri søgn? Verður úrtslitið, tá ið av tornar, júst so, sum Gud vildi hava tað at verða? Kundi tað havt verðið øðrvísi? Man Gud fara at hugsa sum so: Tá ið man hevur í huga hvussu stívrend og sjálvráðin menniskjan var, og máttmikla árinið syndin og mótstøðumaðurin høvdu á tey, ja, so hilnaðist tað bara væl? Vit skulu hyggja at nøkrum skriftbrotum, sum týðiliga geva til kennar, at Gud hevur útinnandi vald, bæði hvat syndaranum og ráði Hansara viðvíkur.
Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur. Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg. Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag. Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag” (Jóh. 6:37-40).
Her fáa vit at vita, at Harrin Jesus kom inn í henda heim, til tess at gera vilja Faðirs Síns. Hvat er vilji Faðirs Hansara? Jú, at Hann einki skal missa av øllum, sum Honum er givið av Faðirnum, men reisa tað upp síðsta dag. Gev tær far um, at hvør tann einasti ein, sum Faðirin hevur givið Syninum, fer at verða reistur upp (til ævigt lív) síðsta dag; ikki ein tann einsti ein fer fyri skeytið. Ikki bert tað, vit fáa eisini at vita, at tey, sum koma til Sonin, tey koma, tí Faðirin hevur givið Syninum tey. Mong lesa henda tekstin og gáa ikki hvat hann í roynd og veru sigur. Tey halda, at teksturin sigur, at tey, sum koma verða givin Syninum, men tað er ikki tað teksturin sigur. Fyrst eru tey givin Syninum, og so koma tey til Hansara. Faðirin hevði ávís menniskju í huganum, tá Hann sendi Son Sín inn í heimin at útinna vilja Sín. Hetta er óvikandi og avgjørt; her er einki ivamál!
Onkur hevur lyndi til at vísa til ørindi 40, til tess at fáa frelsuna at fevna um onnur enn tey, sum Faðirin hevur givið Syninum. Har sigur Jesus: “Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.” Men “hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann,” eru tey somu sum í ørindi 37—“øll tey.” Orðið “pas” (øll ella ein og hvør) verður nýtt í ørindi 40 eins væl í ørindi 37. Eitt sum eg fegin vil gera vart við, er, at ørindi 40 er eitt lyfti til hin trúgvandi. Hvat meini eg við? Jú, Jóhannes skrivaði, at ein og hvør trúgvandi (nútíðar lýsingarháttur) á Hann, skal hava (áhaldandi nútíð) ævigt lív—Jóhannes nýtir orðið ekko (hava), ikki orðið lambano (fáa). Sostatt hevur hetta ørindi einki við nøgd at gera, men tað hevur við dygd ella tryggleika at gera.
Eg ynski at tú skalt gáa, at málberingarnar “koma til Mín,” og “trýr á Sonin,” eru eitt og tað sama. Jóhannes nýtir nógvar myndir fyri at trúgva; t.d.: at koma, taka ímóti, drekka, eta o.s.fr.. “Ongin kann (dúnamai: er førur fyri at) koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag” (ø. 40). Hetta ørindi vísir heilt greitt, at málberingin “hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann” ikki kann merkja, at ein og hvør kann ella hevur førleika at trúgva. Nei, tá ið ein syndari trýr á Jesus, so er tað tí, at hann er drigin av Faðirinum. Í ørindi 65 lesa vit:
“Og Hann segði: “Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.”
Hví segði Jesus: “eingin kann (er førur fyri at) koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum?” Sí ørindi 64, sum sigur, at har vóru nakrir sum ikki vildu trúgva. Av hesum síggja vit, at tað, at koma, er samtýðandi við at trúgva. Sært tú, tey sum Faðirin hevur givið Syninum koma til trúgv: “tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey...” Hetta eru tey:
“ið frammanundan vóru ætla til arvalut, eftir tí, ið Hann (Faðirin) hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns” (Efs. 1:11).
Albin Jacobsen