Búmerkið hjá felagnum
31. okt. 2024

“Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.” .

Er evangeliið miðsavnað um Gud ella menniskju? Annar Partur

Eitt annað dømi, sum vísir greitt, at Gud hevur tamarhald á frelsu menniskjans, er:

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað. Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við. Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum - hvør kann tá vera ímóti okkum! Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum! Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger (Róm. 8:28-33).

Hetta er av sonnum eitt undranarvert skriftbrot! Hesi ørindi rúma so djúpum sannleikum, at tað nærum ørar fyri honum/henni, sum hevur fingið, um enn bert eitt vet av ljósi, yvir hesar sannleikar. Her fáa vit loyvi til at skoða ráð Guds frá byrjan til enda. Her er einki sum ridlar; nei, hesum hevur Gud hin allmáttugi óvikandi og fullkomið tamarhald á. Ei undur í, at Paulus spyr: “Hvat skulu vit siga um hetta?” Tað sum verður avdúkað í hesum skriftbrotinum verður kallað: Hin gylta endurloysingarketan.

Hendan ketan hevur fimm lið: (1) Frammanundan kendi. (2) Frammanundan tilskilaði (ásetti). (3) Kallaði. (4) Rættvísgjørdi. (5) Dýrdargjørdi. “Ketan er ikki sterkari enn tað veikasta liðið!” Soleiðis verður stundum tikið til, men hvussu er vorið við hesari ketuni? Er nakað lið í hesi ketu veikt? Trygdin fyri, at ein syndari verður dýrdargjørdur, stendur og fellur í hesum fimm liðunum. Tað sum setur hetta átakið í gongd er tað fyrsta liðið, nevniliga, frammanundan kendi. Tí er tað av alstórum týdningi at fáa greiðu á merkingini av hesum sagnorðinum í hesum høpinum.

Á grikskum er “frammanundan kendi” eitt orð, sum tó er eitt samansett orð. Tað er sett saman av fyrisetingarorðinum “pro,” sum merkir frammanundan, og sagnorðinum “ginosko,” við tí íborna týdninginum, at vita ella at kenna. Tá ið tey verða sett saman, sær tað soleiðis út, “προγινώσκω” (proginosko). Hetta orðið hevur eina ørgrynnu av hjátýdningum. Tað kann merkja: “at hava kynsligt, inniligt ella kensluligt samband við ein,” sum t.d. í Luk.1:34 (BDAG, og sí NET Bible, ESV, NASB, NKJV). Tað kann eisini merkja: “at útvelja,” (BDAG, hetta er uttan iva týdningurin í Róm. 8:29). Eitt annað orð, sum javnan verður nýtt um, at kenna, er “oida.” Hetta orðið verður nýtt t.d. í 1 Mós.18:19: “Tí Eg havi útvalt hann” (Ábraham). Tann bókstavliga týðingin átti at verið: “Tí Eg havi kent hann,” men tær flestu týðingarnar siga “útvalt” (VD, JD, ESV, NASB NET). NKJV sigur: “For I have known him.”

Her eru nøkur onnur dømir um, hvat at kenna kann merkja í skriftini: Í Amos 3:2 sigur VD: ”Einans tykkum kennist Eg við,” ella havi Eg kent (ESV og NKJV: “Only you have I known;” NASB og NET: “You only have I chosen”). Hetta merkir sjálvandi ikki, at Harrin ikki kennir nakað til hinar tjóðirnar, men tað merkir, at Hann hevur onga aðra tjóð kent á henda ávísa hátt, nevniliga, sum sína tjóð.

Í 1 Mós. 4:1 stendur: “Ádam helt seg til (kendi) konu sína Evu, og hon varð við barn (ESV: “Now Adam knew Eve his wife;” NASB: “Now the man had relations with his wife Eve;” NET: “Now the man had marital relations with his wife Eve;” NKJV: “Now Adam knew Eve his wife”). Í Luk. 1:34 sigur Maria, eftir at eingilin hevði sagt, at hon skuldi verða við barn: “Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni,” ella kenni ikki mann (ESV og NASB: “How will this be, since I am a virgin?” NET: “How will this be, since I have not had sexual relations with a man?” NKJV: “How can this be, since I do not know a man?”).

Her Síggja vit, at tað at kenna hevur við kærleika ella kynsligt samband at gera. Tí kundi Róm. 8:29 eins væl verði týtt: Tey, sum Hann frammanundan elskaði ella valdi at elska. Paulus vissar tey útvaldu um—í tí sum eftir er av kapittulinum—at eingin og einki kann fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

Í Hos. 13:5 lesa vit: “Tað var Eg, sum sá tær til góða í oyðimørkini,” ella sum kendi teg í oyðimørkini (ESV: “It was I who knew you in the wilderness;” NASB og NET: “I cared for you in the wilderness;” NKJV: “I knew you in the wilderness”). Paulus sigur í 1 Kor. 8:3: “men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum.” Hetta samsvarar við tað, sum Paulus sigur í Róm. 8:28. Tí, áðrenn hann fer í holt við ørindini 29-30 sigur hann: “Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.” Hvørji eru tey, sum elska Gud? Tað eru tey, ið sambært ráði Hansara eru kallað. Gev gætur, at Paulus sigur: “Tann sum elskar (nútíð) Gud, er kendur (núliðin tíð) av Honum. Vit eru ikki kend av Honum tí vit elska Hann, men av tí at vit eru kend av Honum, elska vit Hann. “Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh.4:19).

Gud vrakaði teir flestu Jødarnar, men lat eina leivd vera eftir, sum Paulus kallar “eitt náðiúrval.” Hesar Jødarnar hevði Gud ikki vrakað, tí teir vóru fólk Hansara. Paulus sigur í Róm. 11:2: “Gud hevur ikki vrakað fólk Sítt, sum Hann frammanundan kendi.” Í hesum høpinum eru tey, sum Gud frammanundan kendi, hini útvaldu (sí ø.7). Í Róm. 8:28-39 eru tey, sum Gud frammanundan kendi, eisini tey útvaldu (sí ø.33). Tey sum Pætur skrivar til eru útvald eftir fyrivitan Guds (navnorðið av proginosko, í Róm. 8:29 nýtir Paulus sagnorðið). Pætur nýtir hetta sama orðið um Jesus: “Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld” (1 Pæt.1:20).

Hav í huga, at Pætur skrivar til tey, sum eru útvald, og tí sigur hann: “fyri tykkara skuld.” Harrin Jesus var kendur til nakað, áðrenn heimurin varð grundaður, og so varð Hann opinberaður til tað. Pætur nýtir hetta sama orðið í prædiku síni: “Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit - krossfestu Hann við hondum lógloysinga” (Áps.2:23). Alvit/fyrivitan Guds er grundað á ævigu fyriskipan Hansara og ikki øvugt. Um æviga fyriskipan Guds var grundað á fyrivitan Hansara, so hevði Gud bert verið ein spámaður og ikki ein, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns.

Hvat meinar Harrin við, tá ið Hann sigur: “Eg eri hin góði hirði[n], og Eg kenni Míni?” Kennir Harrin ikki øll? Svarið er sjálvandi, nei, ikki á henda hátt; tí í hesum høpinum kennir Harrin síni “eins og Faðirin kennir Meg, og Eg kenni Faðirin.” Hesin háttur at kenna, er serstakur. Um ein ikki er kendur á henda hátt, so fer hann fortaptur. Harrin sigur sjálvur:

Mong skulu siga við Meg hin dag: ”Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!” Og tá skal Eg vitna fyri teimum: "Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt (Matt. 22-23).

Hvat meinar Harrin við? Kennir Hann ikki alt og øll? Sjálvandi kennir Harrin øll, á tann hátt, at Hann veit alt um tey, Hann veit hvørji tey eru o.s.fr., men Hann kennir tey ikki á tann hátt, sum Paulus tosar um í Róm. 8:29-30. Um Harrin kendi øll—á tann hátt, sum Paulus tosar um í Róm. 8:29-30—so høvdu øll verðið rættvísgjørd og dýrdargjørd, men soleiðis verður ikki sambært skriftini.

Øll sagnorðini, sum Paulus nýtir í hesum skriftbrotinum eru í gersøgn, t.e. Gud kendi, Gud tilskilaði (ásetti), Gud kallaði, Gud rættvísgjørdi og Gud dýrmetti (dýrdargjørdi). Gev tær eisini far um, at gerðin av hesum sagnorðunum er vend móti persónsfornavninum “tey.” Tað vil siga, at Gud kendi ella visti ikki nakað um tey; nei, Hann kendi tey t.e. menniskju. Øll tey, sum Gud frammanundan kendi, verða gjørd Harranum Jesusi lík; tað svitast ikki. Gud hevur í hyggju, at elskaði Sonur Hansara, Harrin Jesus, skal vera hin frumborni millum mangar brøður. Øll tey, sum Gud frammanundan tilskilaði at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, kallaði Hann við. Hetta, at Gud kendi og tilskilaði, fór fram í ævinleikanum, men í ørindi 30 verður trinið inn í mannasøguna, til tess at seta hesa ætlan í verk.

Í hesum høpinum, vil eg fegin vísa á nakað, sum ikki verður avdúkað í VD ella JD. Paulus nýtur hesa málnýtsluna, til tess at leggja áherðslu á ávirkið. Ein orðarøtt týðing sær soleiðis út: Tey (οὓς), sum Hann frammanundan tilskilaði, hesi (τούτους) kallaði Hann við, tey (οὓς), sum Hann kallaði, hesi (τούτους) rættvísgjørdi Hann við, og tey (οὓς), sum Hann rættvísgjørdi, hesi (τούτους) dýrmetti (dýrdargjørdi) Hann við. Eingi onnur enn “hesi” verða rættvísgjørd; hví? Tí tað eru “tey,” sum Hann frammanundan kendi. Hvat meinar Paulus við, tá ið hann sigur, at Gud kallaði tey, sum Hann frammanundan kendi?

Læt meg siga beina vegin, at hetta er ikki ein ljóðbylgja, sum kemur okkum fyri oyru. Tey, sum ikki hava førleikan at hoyra, reagera eisini uppá hetta kallið. Hetta er heldur ikki tað sama kallið, sum Jesus tosar um, tá ið Hann sigur: “Tí mong eru kallað, men fá eru útvald.” Hesi eru ikki útvald, men tað eru tey, sum Paulus tosar um í Róm. 8 (Kall Paulusar: Paulus hoyrdi røddina, men hinir hoyrdu bert eitt ljóð; Paulus sá Hann, men hinir sóðu bert eitt ljós). Gev tær far um, hvat Paulus sigur í ørindi 28, áðrenn hann fer í holt við ørindini 29-30:

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

Her er talan um tey, sum eru kallað sambært ráði ella ætlan Guds. Hetta eru tey, sum verða kallað til tað, sum Gud frammanundan hevur ætlað tey til. Hetta er ikki eitt útvortis kall, men eitt innvortis kall. Hetta er eitt kall, sum ikki stendst ímóti, eitt virki og árinamikið kall (eitt irresistible kall), eitt kall sum altíð ber rættvísgering við sær. Hetta er tað sama, sum Jesus tosar um í Jóh. 6:44, 65.

Minst til, at ketan kann ikki brotna, og tað, sum Gud hevur sett sær fyri at gera, verður útint. Hetta er tað sama árinamikla kallið, sum Paulus hevur á lofti í Róm.1:7: “Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heiløg,” (kallað til at vera heiløg). ESV, NET og NKJV siga: “called to be saints.” Hetta er tað fyrsta sum viðurferst einum syndara, sum deyður er í syndum og misbrotum sínum. Hetta kann berast saman við tað, at Harrin kallaði Lazarus út úr grøvini, og við tað, at hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva.

Hetta er eitt máttmikið kall, sum ber lív við sær til menniskju, sum eru andaliga deyð. Paulus sigur: ”Eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera ”heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni!” Fylgjan av hesum kallinum er, at menniskju gerast heiløg. At Guds børn eru heiløg merkir, at tey eru sett til síðis, til tess at hoyra Harranum til. Hetta er eitt kall til tað náði, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum (2 Tim.1:9).

Í ævinleikanum legði Gud eina ætlan, og so kallar hann menniskju, til tess at tað, sum Hann ætlaði, skal ganga sjón fyri søgn. Tí sigur Paulus: ” Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns” (Esf.1:11). Gev tær eisini far um, hvat Paulus sigur her:

Men skylda okkara er altíð, at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan (2 Tess.2:13).

Kann eisini týðast á henda hátt: at Gud frá upphavi útvaldi tykkum til frelsu við heilagerandi verk Andans (ella Andans heilagering) og trúgv á sannleikan. Halgan og heilagering eru tvey orð á føroyskum, sum tó merkja tað sama, men bert eitt á grikskum, nevnliga, ἁγιασμός (hagiasmos). Legg til merkis, at Gud frá upphavi útvaldi, og Andin heilagjørdi tey (setti tey til síðis), so tey trúðu á sannleikan. Men hvussu kom hetta upp í lag? Ørindi 14 avdúkar hetta fyri okkum: “Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists.”

Stundum kemur evangeliið til menniskju bert í orðum, men til aðrar tíðir kemur tað í kraft og Heilaga Andanum. Tað eru ikki hini andaliga deyðu menniskjuni, sum avgera, um tað kemur í kraft ella bert í orðum. Nei, tað er Andi Guds sum avgerð tað. Tað er Andin, sum ger livandi (Jóh.6:63). Til tey útvaldu kemur tað í kraft og Heilaga Andanum. Hvussu kundi Paulus vita, at tey í Tessalonika vóru útvald? Var tað tí hann sá, at tey høvdu eitt spjaldur um hálsin? Nei, hann sigur sjálvur: “Vit vita jú, at tit eru útvaldir, tit brøður, elskaðir av Gudi.” Hvussu veist tú tað Paulus? Hann svarar: ”Tí evangelii okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu.” Fyri Jødum er evangeliið ástoyt, og fyri heidningum er tað dárskapur. So spyrji eg meg sjálvan: hvør er nú eftir, til at trúgva á evangeliið? Og hví trúgva summi kortini? Svarið er, ”Men teimum, sum kallað eru, bæði Jødum og Grikkum,” fyri teimum er evangeliið: ”Kristus kraft Guds og vísdómur Guds.” Hesi eru eisini útvald (1 Kor.1:22-31).

Eftir at Paulus hevur umrøtt útveljing í Róm. 9, tekur hann samanum og sigur: “Og at verða slík kallaði Hann okkum við, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum (ø. 24). Hetta er eitt árinamikið kall, eitt kall til at verða nakað. Hvør tann einasti ein, sum verður kallaður við hesum kallinum, verður rættvísgjørdur. Um tað ber til at verða kallaður við hesum kallinum og kortini ikki verða rættvísgjørdur, ja so ber tað eisini til at verða rættvísgjørdur, og tó ikki verða dýrdargjørdur. Tað ger tað sama, hvat lið ein pilkar burturúr hesi ketu, Gud kemur at roynast sum ein, ið ikki er førur fyri at útinna ráð Sítt. (Sí eisini: 1 Tess. 2:12; 5:24; 1 Pæt. 2:9; 2 Pæt. 1:3; Efs. 1:18; Filip. 3:14. At vera heiløg merkir, at vera settur til síðis fyri at hoyra Harranum til: Róm 1:7 og 1 Kor. 1:9: kallað til at vera heiløg. Gud kallar tey, ið Hann hevur útvalt 1 Kor. 1:26-27).

Albin Jacobsen