Búmerkið hjá felagnum
12. okt. 2024

Vilji Guds.

- Hevur Gud fleiri viljar?

Hvør kann standa vilja Guds ímóti?

Lat meg seta tær tveir spurningar. Fyrri spurningur: Kann nakar standa vilja Guds ímóti? Tað bíbilska svarið er: Nei! Seinni spurningur: Kann nakar standa vilja Guds ímóti? Tað bíbilska svarið er: Ja! Tú hevur sjálvandi givið tær far um, at fyrri og seinni spurningur eru samlíkir, og at svørini eru ymisk. Hvussu kann hetta bera til, og hvussu kunnu svørini vera ymisk og kortini røtt og bíbilsk? Um merkingin á orðinum “vilja” í fyrra og seinna spurningi er tann sama, so er hetta sjálvandi ein mótsøgn. Hinvegin, er merkingin á orðunum ikki tann sama, so er eingin mótsøgn.

Eitt orð kann hava ymiskar merkingar alt eftir, hvørjum samanhangi tað stendur í. Áðrenn eg fari í holt við orðið “vilji,” fari eg at taka eitt annað dømi, fyri at gera hetta meiri skilligt.

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds (Efs. 2:8).

Ein er frelstur av náði (karis). Hvat merkir orðið náði? Øll trúgvandi eru á einum máli um, at náði er: Óuppiborin vælvild ella góðska. Karis (hvørfall) hevur aðrar merkingar eisini. Paulus sigur:

Eg takki Gudi, sum eg eins og forfedrar mínir tæni í góðari samvitsku; tí uttan íhald minnist eg teg í bønum mínum nátt og dag (2 Tim. 1:3).

Paulus sigur bókstavliga: Eg karin (hvønnfall) til Gud. Hesin setningurin hevur einki sagnorð, men tað er undirskilt. Paulus sigur nøkulunda soleiðis: Eg gevi Gudi náði. Náði, í hesum ørindinum og fleiri øðrum við, kann ikki merkja: Óuppiborin vælvild. Kunnu vit geva Gudi nakað, sum Hann ikki hevur uppiborið? Sjálvandi ikki! Alt, sum vit hava, hava vit fingið frá Honum (1 Kor. 4:7). Í hesum samanhanginum merkir náði: Tøkk, takkargerð ella takksemi.

Soleiðis er tað eisini viðvíkjandi vilja Guds. Vilji Guds kann skiljast upp á ymiskar mátar. Vit lesa t.d.:

Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur. Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg (Jóh. 6:37-38).

Her eru nøkur onnur dømir:

Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara (Es. 53:10).

Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: "Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg" (Es. 46:10).

Gud okkara, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil (Sálm. 115:3).

HARRIN ger alt tað, ið Hann vil, í Himli og á jørð, í havinum og øllum veraldardjúpunum (Sálm. 135:6).

Øll tey, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at rokna, og bæði við her himmalsins og við tey, sum á jørðini búgva, ger Hann, sum Hann vil; eingin er, sum er mentur at forða Honum og siga við Hann: “Hvat gert tú” (Dán. 4:35)?

Hvør kann standa vilja Hansara ímóti (Róm. 9:19)?

Eg veit um fleiri bíbliulærarar, sum hava lisið hetta síðsta ørindi, og svarað: Øll kunnu standa vilja Hansara ímóti! Fyri at prógva hetta uppáhald, vísa teir til hetta ørindi:

Hørðu hálsar tykkara við óumskornum hjørtum og oyrum! Tit standa altíð Heilaga Andanum ímóti; so gjørdu fedrar tykkara, og so gera tit (Áps. 7:51).

Er hetta veruliga svarið upp á retoriska spurning Paulusar? Sjálvandi ikki! Paulus hevur beint frammanundan skrivað:

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað (Róm. 8:28).

Eftir at hava víst á, at menniskjan eigur ikki at ditta sær at svara Gudi aftur, at Gud hevur vald á menniskjunum og at Gud frammanundan hevur gjørt menniskju tilreiðar til dýrd, so sigur hann:

Og at verða slík kallaði Hann okkum við, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum (Róm. 9:24).

Gud kallar samsvarandi sínum ráði, og tey, sum eru gjørd til reiðar til dýrd, verða slík, tá ið Gud kallar tey. So vilji Guds í hesum høpi er Guds ráð, Guds ætlan ella tað, sum Gud hevur gjørt av skal henda. Tí kunnu vit í hesum høpi kalla vilja Guds: Avgerðarvilji Guds. Hesin viljin er hin sami, sum Paulus nevnir í Efs. 1:11: “Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns.” Henda vilja Guds kann eingin standa ímóti.

Skriftin sigur:

Tú mást ikki drepa. Tú mást ikki dríva hor. Tú mást ikki stjala. Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns o.s.fr.

Hóast Gud vil, at menniskjan ikki skal drepa, so ger hon tað kortini. Menniskjan drívur hor, stjelur, ber rangan vitnisburð og girnast konu næsta síns. Hetta er alt ímóti Guds vilja! Henda vilja Guds kann menniskjan standa ímóti og bróta. Hetta eru reglugerðir, sum Gud hevur givið menniskjunum at liva eftir. Tí kunnu vit kalla hetta: Reglugerðarvilji Guds. Um vit lesa okkurt, sum viðvíkur vilja Guds, og vit vita, at tað ikki fer at verða so, tá kann tað ikki vera avgerðarvilji Guds; tá má tað vera reglugerðarvilji Guds.

Kann menniskjan standa avgerðarvilja Guds ímóti?  

Hav í huga, at skriftin sigur:

Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg (Es. 46:10).

Skriftin sigur eisini, at, tá ið Gud hevur ætlað nakað frammanundan, nakað, sum Hann hevur sett Sær fyri at gera, tá er Hann fríur í ráði vilja Sínum og virkar alt eftir ráði vilja Síns (Efs. 1:5, 9, 11). Hetta er tað, sum eg kalli: Avgerðarvilja Guds.

Hvat heldur tú?

Hvussu hevði tú svarað spurningi Paulusar í Róm. 9:19: Hvør kann standa vilja Hansara ímóti!

Albin Jacobsen